Tíðindi/Greinar
17.07.2017
Um tú skal meta um eitt samfelag, so er ein góður háttur at hyggja at teimum, ið hava truplastu umstøðurnar. So sum tey veikastu í samfelagnum hava tað, soleiðis kunnu umstøðurnar í samfelagnum sigast at vera. Um vit gera hesa somu meting av fólkaskúlanum og hyggja at teimum næmingunum, ið hava størstu avbjóðingarnar, so fær fólkaskúlin eitt vána skotsmál. Tí at tað eru alt ov nógvir næmingar við stórum avbjóðingum, ið ikki fáa eitt skúlatilboð, ið hóskar til teirra tørv.
Sernám er miðdepilin á serøkinum í fólkaskúlanum. Einstøku fólkaskúlarnir hava ikki størri tímajáttan frá Mentamálaráðnum, enn til lógarkravdu undirvísingina og einstakar vallærugreinar. Tí er játtanin frá Sernámi, til næmingarnar við serligum tørvi, avgerandi fyri, at hesi við størstu avbjóðingunum kunnu fáa hóskandi tilboð og virðiligar umstøður í skúlanum.
Lærarar, skúlaleiðslur og Lærarafelagið hava leingi víst á, at játtan ikki hevur rokkið til sernámsfrøðiliga tørvin í skúlunum. Men politiska skipanin hevur ikki víst hesum serligan áhuga. Mentamálaráðið varðar av sernámsfrøðiliga økinunum, og undir hesum landsstýrinum hevur einasta greiða signal verið, at tað ikki verður játtað eitt oyra afturat til serøkið í fólkaskúlanum. Støðan er heldur ikki vorðin betri, nú Sernám verður stjórnað av eini fyribilsleiðslu.
Hóast tepru játtanina til serøkið hevur skipanin hingið saman av dugnaligum og samvitskufullum starvsfólkum. Spariboðini frá politisku skipanini og ótryggleikin á Sernámi sáar mistreysti millum hesi. Verður einki munagott gjørt, tykist spurningurin bert at verða um, hvussu long tíð gongur, til starvsfólkini á sernámsfrøðiliga økinum, sum frammanundan hava ríkiligt at bera, eisini hokna undir eini alt ov stórari byrðu.
Støðan á Sernámi og á sernámsfrøðiliga økinum í fólkaskúlanum er als ikki haldfør. Tí má Mentamálaráðið bera skjótt at og fáa eina varandi skipan á Sernámi. Og um mentamálaráðharrin heldur, at serøkið ikki eigur at fáa eina krónu afturat játtanini, so má arbeiðast miðvíst fyri at finna aðra haldføra skipan innan verandi karmar. Tí meðan hendan óvissan valdar, líða starvsfólkini og næmingarnar, ið hava størsta tørvin á stuðli og hjálp á lívsleiðini, undir ótryggu kørmunum.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan