Tíðindi/Greinar

11.12.2018

Hvar er visjónin?

Aðalorðaskiftið er júst farið aftur um bak. Sjálv haldi eg, at tað var eitt sera tamt orðaskifti, ið var merkt av fáum framtíðar visjónum ella ynskjum. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Saman við orðaskiftinum var ein frágreiðing um fólkaskúlan og tess møguleikar. Tá eg las frágreiðingina, stúrsaði eg við, tí eg havi ikki hoyrt annað enn, at her var ikki talan um sparingar, men um umleggingar. Hví verður so orðið sparing nýtt fleiri ferðir í frágreiðinigini. Vit kenna jú til orðið rationalisering. Kært barn har mange navne.

Er tað nakað, ið fólkaskúlin ikki hevur brúk fyri, so er tað sparingar; vit síggja týðiliga hvønn dag, at vit kunnu ikki renna skjótari, vit kunnu ikki taka fleiri uppgávur á okkum, og vit kunnu ikki trýsta fleiri undirvísingartímar í ársverkið. Sum nú er, so sæst, at vit undirvísa meiri nú enn fyri bert fáum árum síðan. Onkur vil kanska siga, er tað ikki tykkara arbeiði at undirvísa? Svarið er: jú, tað er, men tað er ikki bara undirvísing, tað er nógv meiri enn tað.

Á læraradøgunum skemtaði Jákup Dahl við uppgávuni hjá lærarum; hetta skemtið átti at ligið alment frammi til øll at sæð. Tað stuttligasta ella syrgiligasta er, at tað var ikki tikið úr leysum lofti, men beint úr okkara arbeiðssetningi. Tann besti til at taka sær av okkara ungu er lærarin, men hann skal ikki fáa tíðina til tess, hann skal bara renna skjótari og helst gera ein part at arbeiðinum av sínum góða hjarta.

Enn eru fleiri lærarar, ið gera hetta arbeiði av sínum góða hjarta, men teir gerast eisini fleiri, ið ikki kunnu og vilja bjóða sær sjálvum hesa arbeiðsbyrðu/viðurskifti. Hví tosar politiski myndugleikin ikki um arbeiðstrýst og høg krøv? Starvsfólk, ið støðast og eru nøgd, eru besta útgangsstøðið hjá einum arbeiðsplássi. At betra um umstøðurnar hjá lærarum og næmingum hevði verið ein góð byrjan til eitt orðaskifti um fólkaskúlan. Um so er, at starvsfólkarøkt er raðfest, so fylgja nógvir frynsagóðar við. Her skal gerast púra greitt, at arbeiðsumstøður og starvsfólkarøkt eru ikki bert møguleiki at hava ávirkan á egið yrki ella eitt herðaklapp av og á. Nei, tað er eisini, at starvsfólkini hava neyðugan útbúnað at kunna røkja sítt yrki, og at tey fáa neyðugu hjálpina og stuðulin til at røkja sínar skyldur. Tað er ein farin tíð, at hurðin verður latin aftur, tí ongin skal síggja inn ella út. Samstarv og samskifti er ein sjálvsagdur partur av nútíðar lærarayrkinum, latum okkum meta tann partin av starvinum høgt, soleiðis at sparring og eftirmeting koma á sítt rætta pláss.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni