Tíðindi/Greinar

11.09.2019

Hvar er samanhangurin?

Broytingarnar eru alt ov ofta ov tilvildarligar, og tað er torført at hóma nakra yvirskipaða ætlan. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Viðhvørt má ein bara undrast. Fyri nøkrum árum síðani bleiv samfelagsfrøði nýggj lærugrein. Byrjað varð við einari royndarskipan í 7. flokki, og í dag er samfelagsfrøði lógarásett lærugrein í 7.-9. flokki við tveimum tímum um vikuna. Alt gott um tað. Samfelagsfrøði er sjálvsagt týðandi lærugrein eins og nógvar aðrar lærugreinar.

Til hetta skúlaárið er ein onnur lógarbroyting komin í gildi. Her hugsi eg um ásetingarnar, har tað ber til hjá leiðslunum á teimum ymsu skúlunum at taka tveir tímar í hvørjum flokki burtur av ávísum lærugreinum og brúka hesar tímar til t.d. handaligar lærugreinar ella tónleik og sang. Reglur eru gjørdar, sum siga í hvørjum lærugreinum, tímar kunnu takast av. Talan er ikki um somu lærugreinar í øllum árgangum, men felags fyri allar árgangir er, at tímar kunnu ikki takast burtur av føroyskum.

Í hesi nýggju skipan eru eisini ávísir fyrimunir, kann ein siga. Leiðslurnar fáa størri frælsi at skipa undirvísingina eftir tí tørvi, sum er í tí ávísa skúlanum. Harafturat kunnu handaligu lærugreinarnar eisini fáa lagaligari karmar, um tímarnir verða brúktir til tað, ella kunnu tímarnir brúkast til tvílæraratímar.

Kortini vil eg fyri mítt viðkomandi siga, at ketan loypur eitt sindur av. Vit kunnu t.d. hyggja at lærugreinini søgu/samtíð í 8. og 9. flokki, sum hevur tveir tímar um vikuna og er próvtøkulærugrein. Har ber nú til at taka ein tíma burturav um vikuna, soleiðis at 9. flokkur bara hevur ein skallutan tíma um vikuna í einari próvtøkulærugrein! Tað er milt sagt margháttligt, og tað hongur ikki so væl saman. Fyrst verða fleiri tímar settir inn í skipanina til samfelagsfrøði, og í hinum endanum ber knappliga til at taka tímar úr skipanini innan fyri sama øki!

Her manglar ein samanhangur. Vit mugu gera okkum greitt, hvat tað er, vit vilja við skúlanum. Hvørjar lærugreinar skulu vera, og hvussu skulu tær skipast? Tað, sum eg havi nevnt omanfyri, er bara eitt dømi. Broytingarnar eru alt ov ofta ov tilvildarligar, og tað er torført at hóma nakra yvirskipaða ætlan.

Viðvíkjandi søgu/samtíð og samfelagsfrøði hevði verið upplagt at hugsað tankan, um tað var neyðugt við báðum lærugreinunum við tilsamans fýra tímum um vikuna. Tær kundu t.d. verið lagdar saman í eina lærugrein og fingið ein tíma afturat. Í øllum førum gevur tað ikki nógva meining við skipanini, sum hon er nú, har lærarar og næmingar í roynd og veru eru í einari verri støðu nú enn áður, tí teir skulu fyrireika seg til eina møguliga próvtøku við helvtini av tíðini, sum plagdi at vera, men teir skulu ígjøgnum sama pensum. Tað kann ikki vera rætt.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni