Tíðindi/Greinar
05.07.2016
Í Nám X hevur ein vallærugrein verið skúlaárið 2015-16, 2 tímar um vikuna, ætlað júst frálæru innan talv og bridge. Talv er kent millum flestu føroyingar, sum eisini duga mannagongdina meir og minni væl. Harafturímóti er bridge meir ókent av flest fólkum, sum vita lítið annað enn, at tað er eitt slag av kortspæli. Summi halda kanska, at tað er at líkna við poker, sum er kent, serliga millum tey ungu. Lat meg sláa fast, at tað einasta, sum bridge og poker hava í felag, er, at talan er um brúk av teimum 52 vanligum kortumum. Eingin “gambling” er í bridge.
Fakta:
Kortspælið er minst 3000 ára gamalt; kontraktbridge er frá 1925. Amerikanarin Vanderbilt uppfann spælið, meðan hann hugnaði sær umborð á einum stuttleikaskipi, einari rundsigling. Síðan tá er bridge útnevnt sum tað mest geniala spælið, sum mannaheilin hevur skapað. Grundin til, at spælið gjørdist so væl umtókt, kann skyldast, at tað tekur støðið í sera fjøltáttaðum persónligum førleikum og eginleikum hjá luttakaranum: hugflogi, logiskum sansi, støddfrøði, etikki, samstarvsevni, sjálvdisiplin og so framvegis. Men eisini allar teir astronomisku møguleikarnar, ið spælið hevur: kortini kunnu fordeilast 1 milliard x 1 milliard x 20 milliard millum teir 4 spælararnar!
Ongin verður nakrantíð liðugt útlærdur bridgespælari!
Ein AIM–kanning vísir, at í Danmark eru uml 200.000 virknir bridgespælarar, umframt at umleið 600.000 hava sagt seg hava áhuga í at læra spælið. Mett verður, at hesi tøl samsvara við Føroyar, tá tey vera sett í mun til fólktalið, hóast eingin kanning er gjørd.
Hví skal mann velja bridge:
* Bridge fevnir um allar tær síður, sum eyðkennir eina ítróttagrein: Fair-play, disiplin, mannagongdir og reglur, etikk, venjing, kapping og avrik.
* Bridge stimbrar m.a. talfatan, minni, sannlíkindi, tengjan, samanseting, fimisrokning og váðastøði
* Bridge setir ikki einans krøv til heilan. Bridge krevur, at spælarin er førur fyri at hugsavna seg, hevur kappingarond, kann taka skjótar og gjøgnumhugsaðar avgerðir, er disiplineraður, hevur góð samstarvsevni, áhaldni og treysti - alt eginleikar, sum seta stór krøv til bæði sálarliga- og likamliga venjing.
* Bridge er ein ítróttagrein, ítriv og mentan.
* Bridge mennir samstarv, vinalag og solidaritet.
* “Bridge fyri friði” er eitt motto fyri bridgespælarar kring heimin.
* Bridge byggir brýr millum ættarlið gjøgnum alt lívið
Bridge er meiri enn bara eitt kortspæl. Tað stimbrar heilan og mennir persónligu førleikarnar hjá spælaranum. Bridge er væl egnað til børn/ung frá skúlaaldri og eldri. So leingi ein hevur minni, ber til at læra og hugna sær við bridge.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan