Tíðindi/Greinar

24.07.2018

Hjartaliga vælkomin í fólkaskúlan

Umstøðurnar hjá nýútbúnum lærarum eru batnaðar við nýggja sáttmálanum. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Fleiri nýggir lærarar fara nú út í skúlarnar og fáa kærkomnar royndir, og vit ynskja teimum hjartaliga vælkomnum. Hesir munnu verða serliga spentir at sleppa at royna seg í skúlanum, har ástøði og starvslæran vónandi hava givið teimum innlit og vitan um skúlaverkið og næmingar.

Hóast talan er um óvanliga nógv føst størv komandi ár – heili 51 føst størv umframt fleiri tíðaravmarkað størv – so tykist tað sum sum, at nýklaktir lærarar hava trupult við at fáa hesi føstu størvini. Ofta verða hesi sett í tíðaravmarkað starv, sum tó ikki er ein óvanlig støða, um vit líta afturá.

Útvíðkað akkersskipan

Nýútbúnir lærarar, ella lærarar, sum fyrstu ferð fáa eina fasta tímatalvu, hava rætt sambært nýggja sáttmálanum til 40 tímar til samstarv og vegleiðing við akkerslærara. Vit kenna øll til, hvussu orkukrevjandi og ørkymlandi fyrsta arbeiðsárið vanliga er, og tískil er hetta samstarv sera gevandi fyri nýútbúna læraran. 

Akkerslærarar skulu somuleiðis hava 40 tímar til samstarv við nýggja læraran. Akkerslærarin má hava orku, tíð og veruliga tíma hetta samstarv. Vónandi hugsa leiðslur væl um, hvønn tey seta sum akkerslærara.

Tá ið skúlaleiðslur gera virksemisætlanir fyri hvønn lærara – og í samráð við læraran – eiga leiðslur at minnast til hesir 40 tímar. Eisini er tað umráðandi og eitt krav, at lærarar eru við at mynda sítt egna virksemi. Alt ov ofta hendir hetta ikki, og tað skapar ónøgdsemi og í veruleikanum er hetta ímóti galdandi mannagongdum.

Okkara leiklutur

Nú eitt skúlaár er farið afturum, og vit hugsa um komandi skúlaár, mugu vit sanna, at vit hava ein sera týdningarmiklan leiklut yvir fyri okkara næmingum.

Fyrst fyrst og fremst skulu vit veita fakligar førleikar, geva íblástur og menna og fyrireika okkara næmingar til framhaldandi góða tilveru í einum fólkaræðisligum samfelag.

Eru vit orkurík, tá ið vit koma inn í ein skúlaflokk, eru vit viðvirkandi til glað børn og ein jaligan hugburð í flokkinum. Virðingin og gott arbeiðslag er nakað, við mugu stremba eftir, og ein partur er at vera góður við børnini. Soleiðis fært tú virðing, gevandi floksumhvørvi og eina góða skúlamentan, sum er til gagns fyri øll.

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni