Tíðindi/Greinar

22.02.2019

Harðskapur og hóttanir um harðskap

Í Lærarafelagnum vita vit frá fráboðanum frá lærarum, at ágangur móti lærarum er ein álvarsligur trupulleiki.

Í farna mánaði vórðu partar av revsilógini, sum ætlanin er at dagføra og føroyska, sendir m.a. fakfeløgum til hoyringar. Hesir partar í revsilógini eru viðkomandi fyri almennu fakfeløgini, tí teir viðvíkja brotsverkum ímóti almennum starvsfólkum. Tíverri er tað so, at eitt nú lærarar og námsfrøðingar tíðum eru fyri hóttanum og í ringasta føri fyri harðskapi. Og tað er ein sannroynd, at harðskapur hevur kensluligar fylgjur. Hetta er ein spurningur um arbeiðsumhvørvi, serliga sálarligt arbeiðsumhvørvi, og tað eigur at verða tikið í størsta álvara.

Lærarar eru í teirri støðu, at teir kunnu vera fyri ágangi frá foreldrum ella avvarðandi, og tá kann talan vera um brot á revsilógina. Beinleiðis harðskap móti lærarum hevur Lærarafelagið onga fráboðan um, men hinvegin eru hóttanir og niðrandi málburður frá foreldrum ikki óvanligur.

Lærarar kunnu eisini verða fyri harðskapi og hóttanum frá næmingum, og tíverri er hetta ikki óvanligt. Skúlanæmingar koma ikki undir revsilógina, men í einstøkum førum kann vera talan um barnaverndarmál. Tað eru fleiri grundir til, at næmingar fremja harðskap móti lærarum og eisini floksfeløgum, og ivaleyst liggur okkurt aftanfyri, tá ið næmingar hótta lærarar ella brúka niðrandi málburð. Hetta vita lærarar væl, og tá ið tilburðir eru, viga fyrilit fyri støðuni hjá næminginum sera nógv. Í summum føri ov nógv, tí álvarsligir tilburðir skulu fráboðast. Tað, sum minni verður tosað um, eru tey neiligu árin, slíkir tilburðir hava fyri læruumhvørvið, og tey árin, tað hevur á læraran, sum er fyri harðskapi ella hóttanum og niðrandi málburði.

Sum stovnur hevur skúlin “Kunngerð um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini” at halda seg til. Her eru m.a. heimildir til at frítaka næming fyri undirvísing upp í eina viku, at flyta næming í annan flokk ella í annan skúla. Kunngerðin nevnir einki um læraran, sum er fyri ágangi, og tað er heldur ikki ætlanin við kunngerðini.

Í Lærarafelagnum vita vit frá fráboðanum frá lærarum, at ágangur móti lærarum er ein álvarsligur trupulleiki. Felags fyri tey, sum venda sær til felagið, er, at tey sakna fastar mannagongdir, tá ið álvarsligir tilburðir eru, og í einstøkum førum meta lærarar, at hendingin ikki verður tikin í nóg stórum álvara.

Í 2015 sendi Lærarafelagið “Vegleiðandi mannagongdir um likamligan harðskap, sálarligan harðskap og hóttanir móti lærarum í fólkaskúlanum” út til limirnar. Vegleiðingin vendir sær fyrst og fremst til lærarar og skúlaleiðslur og viðger ágang móti lærarum. Hóast tað eru tvær síður av somu søk, so viðger vegleiðingin ikki, hvat upprunin til ágangin kann vera, ella hvussu ágangur kann fyribyrgjast. Hetta seinna halda vit er ein uppgáva, sum Lærarafelagið ikki eigur einsamalt.

Samanumtikið, so eru harðskapur og hóttanir um harðskap ein arbeiðsumhvørvisspurningur. Og tí átti, tá ið talan er um fólkaskúlan, Undirvísingarstýrið saman við skúlaleiðslunum at tikið hesa avbjóðing upp. Í grannalondunum eru neyvar kanningar gjørdar av t.d. títtleikanum av harðskapstilburðum. Har sæst, at lærarar og námsfrøðingar oftari eru fyri ágangi, enn aðrir fakbólkar, og eisini, at tilburðirnir økjast. Hetta er ræðandi. Eitt umhvørvi merkt av ágangi oyðileggur arbeiðsumstøðurnar hjá læraranum og í seinasta enda læruumstøðurnar hjá næmingunum.

Neyvan eru nakrar einfaldar loysnir, men tað er ein byrjan at taka trupulleikan upp til umrøðu.

Oddagrein eftir Herálv Jacobsen í Skúlablað nr 1, 2019, sum kemur í dag.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni