Tíðindi/Greinar

20.10.2020

Happing og trivnaður á breddanum

Samstundis sum eg gleðist um, at peningur er settur av til trivnaðarráðgeva, og at trivnaðarkanningar skulu gerast á hvørjum ári, og at leiðslur kunnu søkja tímar til miðvís átøk og annað, so harmar tað meg almikið, at sparingar verða gjørdar í arbeiðstíðini hjá lærarum, sum serliga hava víst seg at hava jaliga ávirkan á trivanaðin hjá næmingunum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Landsstýrismaðurin í skúlamálum sigur, at eitt av hansara hjartamálum er at gera skúlan betri. Ynskið er at gera fleiri kanningar viðvíkjandi trivnaði, og tí er tað gleðiligt, at vit fáa ein trivnaðarráðgeva á Námi.

Tað ørkymlar meg tó eitt vet, at tá vit tosa um trivnað, so er happing nærum altíð næsta orðið í setninginum. Eg loyvi mær at ivast í, at um ongin happing er, so er hetta tekin um, at øll trívast.

Trivnaður er ymiskur hjá flestu okkara. Vit hava ymisk áhugamál, samstundis sum okkara sosiali og fakligi tørvur er ymiskur. Sjálvandi er ein nullhugsjón innan happing eitt stig á leiðini til betri trivnað í fólkaskúlanum. Hetta kann tó ikki standa einsamalt, tí okkum tørvar meiri enn tað fyri at trívast. Fakliga avbjóðingin skal vera passandi, arbeiðshættir og annað mugu geva meining. Samtundis sum ein stórur partur av trivnaðinum er tengt at sosiala samleikanum.

Tað eru ikki smávegis krøv vit seta fólkaskúlanum. Í eini skipan, har vit verða bólkað eftir aldri og í summum førum bústaði, seta vit fram ynski ella krav um trivnað. Tað er ongin loyna, at næmingar á sama aldri eru ymiskir, bæði sosialt og fakligt.

Hóast lærarar eisini eru ymiskir, hava ymisk áhugmál og fakligu áhugmálini nærum ikki kunnu samanberast, so hava lærarar tað í felag, at allir arbeiða við og hava áhuga í undirvísing. Tí er lættari at náa málinum um trivnað ímillum lærarar, enn tað kanska er inni í skúlastovunum. Tað er ikki altíð lætt at finna tað, sum gevur øllum næmingum kensluna av at hoyra til. Tí hevur tað týdning, at vit ikki áhaldandi spara burtur tað, ið hevur størst týdning fyri trivnaðin. Eitt nú er tíðin til seturskúlar, hugnaløtur og annað skerd seinastu árini. Júst hetta at hava felags upplivingar hevur stóran týdning fyri at skapa eitt gott trivnaðarligt umhvørvi hjá næmingum, ið annars eru ymiskir. Annar týdningarmikil partur í arbeiðinum við trivnaði í skúlunum, er samstarv. Tað, at lærarar hava góðar møguleikar at samstarva, hevur eisini jaliga ávirkan á trivnaðin. Her verður eisini spart, soleiðis at tíðin til ráðlegging, eftirmeting og annað, minkar.

Samstundis sum eg gleðist um, at peningur er settur av til trivnaðarráðgeva, og at trivnaðarkanningar skulu gerast á hvørjum ári, og at leiðslur kunnu søkja tímar til miðvís átøk og annað, so harmar tað meg almikið, at sparingar verða gjørdar í arbeiðstíðini hjá lærarum, sum serliga hava víst seg at hava jaliga ávirkan á trivanaðin hjá næmingunum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni