Tíðindi/Greinar

04.03.2025

Handaligu lærugreinarnar verða ikki styrktar

Verður ongin skipan gjørd um bólkastødd, loyvi eg mær at ivast í, í hvønn mun hetta gagnar næminginum og/ella fakinum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Nú vit nærkast tveimum árum, síðan broytingaruppskotið til fólkaskúlalógina varð handað, hava vit eisini fingið broytingaruppskotið, sum landstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum hevur lagt fram.

Handverk og list verður nú at finna í innskúlingini, og er hetta er ein stór broyting. Verður ongin skipan gjørd um bólkastødd, loyvi eg mær at ivast í, í hvønn mun hetta gagnar næminginum og/ella fakinum. At hava 12-14 næmingar í øðrum flokki í handaligum faki, har ein stórur partur av undirvísingini kemur undir tað, sum danir kalla sveinalæru, havi eg trupult at ímynda mær, at vit eydnast til fulnar. Avbjóðingin er felagsundirvísing, hvussu tú hekklar, bindur, borderar, smíðar, sagar og mangt annað. Her er neyðugt at vera tætt hjá einstaka næminginum. Eru bólkarnir tá ov stórir, verður hetta ikki ein góð uppliving, hvørki hjá næmingi ella lærara.

Hjá eldru næmingunum er trupult at finna batar í handaligu fakunum, hóast seks tímar eru settir av um vikuna til vallærugreinar undir heitinum: likamlig og skapandi læra. Eru tveir av hesum tímunum, eins og nú, ítróttur, so eru 4 tímar eftir til teir næmingar, ið ikki velja týskt. Sum eg skilji uppskotið, so kunnu næmingar, ið ikki velja týskt, velja eina skapandi lærugrein. Hví so er, er ilt hjá mær at skilja. Tað eru fleiri næmingar, ið bæði hava áhuga í handaligum og málsligum lærugreinum, ella handaligum og náttúruvísindaligum lærugreinum. Næmingar, sum ikki hava týskt í hádeild, hava ikki møguleika at fara á hugbreyt, tí tá hevur upptøkukravið til miðnám ávirkan á, hvørjar lærugreinar næmingar velja í fólkaskúlanum. Hetta er ikki altíð eftir áhuga, men ofta fyri at hava betri møguleika at velja útbúgving eftir loknan fólkaskúla.

Samstundis, sum broytingaruppskotið leggur upp til broytingar í handaligu fakunum, eru námsætlanirnar ikki tillagaðar hesum. Námsætlanirnar hava ávirkan á, hvussu og hvat vit undirvísa. Tí er ikki skilagott at hava fak á skemanum, sum onga undirvísingarætlan/námsætlan hevur.

Verkligt arbeiði kann vera annað enn handaligt, tí átti tað at verið møguleiki hjá næmingunum at arbeiða meiri við tí, teir hava áhuga fyri, heldur enn at stytta skúladagin, og gera tað enn truplari at læra tað, tey eiga. Eiga vit at geva næmingunum fjølbroyttar valmøguleikar? Vit hava oftast kensluna av at eydnast, tá vit fáast við eitthvørt, vit veruliga hava áhuga fyri. Geva vit næminginum betri møguleikar at velja eftir áhuga, tað verið seg málsligt, náttúruvísindaligt, likamligt ella handaligt, hevur næmingurin nógv betri umstøður at eydnast.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni