Tíðindi/Greinar
23.03.2021
Seinastu dagarnar hevur nógv verið frammi í fjølmiðlunum um handaligu lærugreinarnar. Samrøður hava verið við næmingar og lærarar um týdningin av handaliga arbeiðinum í skúlanum. Bæði, sum partur av bókligu lærugreinunum og sum sjálvstøðugar lærugreinar. Lærarafelagið hevur í eina tíð víst á støðuna hjá handaligu lærugreinunum. Tí er tað ein frægd at hoyra Jenis av Rana, landsstýrismann við skúlamálum, tosa um, at broytingar vónandi eru á veg á hesum økinum.
Tað verður avgjørt áhugavert at fylgja við gongdini, nú tað verður arbeitt við broytingum í fólkaskúlanum. Møguliga verður arbeitt fram ímóti at lækka undirvísingartímatalið, samstundis sum tímatalið til handaligu lærugreinarnar skal raðfestast hægri. Størsta arbeiðið liggur helst í at finna fram til, hvat tað er, vit ynskja av fólkaskúlanum. Søguliga kann sigast, at vit hava hugt serliga at tí, ið danir hava gjørt, fyri síðani at gera broytingar í okkara skúla, sum liggja rættiliga tætt upp at teimum broytingum, ið hava verið í danska fólkaskúlanum.
Tey seinnu árini hava norðmenn arbeitt við broytingum í fólkaskúlanum. Tíðliga í tilgondini gjørdust teir varugur við, at so týdningarmiklar broytingar ikki gjørdust í eini handavending. Samstundis vildu teir hava so nógvar fakbólkar við í tilgongdini sum møguligt. Norðmenn høvdu á sama hátt sum vit sæð, at skúlin var stýrdur alt ov nógv eftir PISA-royndum, landsroyndum og so framvegis. Á einum norðurlendskum skeiði, sum vit í nevndini í Lærarafelagnum vóru á, vísti norski ráðharrin í undirvísingarmálum á, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit hyggja at, hvat skúlin er, og hvat tað er, vit vilja broyta hann til.
Vit leggja nógva orku í at kanna næmingarnar, tá teir eru heilt smáir. Teir møta lesiroyndunum fyrstu ferð, so koma landsroyndirnar og við endan av skúlagongdini eru próvtøkurnar. Vit kanna ikki handaligu lærugreinarnar, so onkursvegna er tað ikki løgið, at hesar lærugreinarnar detta niðurímillum. Hinar lærugreinarnar sýnast at hava størri týdning, bæði fyri børn og vaksin. Hetta er harmiligt, serliga fyri teir næmingar, ið eru handaliga dugnaligir. Teir hava sjáldan møguleika at blóma og kenna síni evni at hava stóran týdning í skúlanum. Vónandi fara vit at síggja broytingar á økinum, ikki einans við at næmingarnir fáa fleiri tímar, men at tað eisini vera fleiri lærarar, soleiðis, at bólkarnir ikki vera eins stórir, sum teir eru nú.