Tíðindi/Greinar
19.07.2019
Fólkaskúlin verður altíð umrøddur, bæði fyri tað góða og tað minni góða. Eitt, ið man tó hoyrir sera lítið til, eru tær handaligu lærugreinarnar. Hesar lærugreinar fylla lítið í tímatalvuni, hóast tað í fleiri ár hevur verið eitt ynski um at leggja størri dent á tey skapandi evnini. Vónirnar fyri, at hetta fer at henda, eru ikki góðar, tá man hugsar um, at hesar lærugreinar eiga nærum onki rúm í útbúgvingini. Komandi ættarliðið av lærarum fáa ikki møguleikan at nema sær kunnleika til hesar lærugreinarnar. Ynski er, at lærarar undirvísa mest møguligt í teimum lærugreinum, teir hava valt, hvussu verður so við teimum skapandi lærugreinunum?
Vit eiga nógvar næmingar í skúlanum, ið njóta væl av teimum skapandi tímunum, ið eru. Vit hoyra ofta um teir næmingar, ið ikki eru sterkir bókliga, men sum klára seg serstakliga væl í teimum handaligu/skapandi lærugreinunum. Eg vil leggja dent á, at tað eru ikki bert teir bókliga veiku næmingarnir, ið fáa ágóðan av hesum lærugreinunum. Tað fáa allir næmingar. Vit hoyra javnan, hvussu føroyingar klára seg á altjóða pallinum, tá tað snýr seg um skapandi evni, hetta gleðast vit um, so hví uppraðfesta vit ikki hetta? Her nýtist okkum ikki altíð at hugsa so siðbundið. Tað eru skúlar, ið eitt nú hava havt íverksetan á tímatalvuni. Tey, ið eg havi tosað við, tosa sera jaligt um hetta. Tað er einans hugflogið, ið setir mørkini, men vit kunnu onki gera, so leingi møguleikin ikki er til staðar.
Tað eru fleiri lærarar, ið hava framúr gott hegni til at undirvísa í hesum lærugreinum, teir vísa javnan á, hvussu vánaligar umstøðurnr eru. Tað er trupult at fáa eina góða og samanhangandi undirvísing, tá man er so skerdur.
Eitt svar hjá myndugleikunum til at betra um handaligu lærugreinarnar er, at man kann umskipa tveir tímar og brúka teir til t.d. skapandi lærugreinar. Alt gott um tað, men tað kennist, sum ein fær tímar av náði, og kanska bert í eitt ár. Eg haldi, at myndugleikin má gera sær greitt, hvussu hetta økið skal raðfestast, ikki einans í orðum, men í verki øllum at frama.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan