Tíðindi/Greinar

11.05.2021

Góður aðalfundur

Ein góður dagur farin aftur um bak. Hóast korona hevði hug at hótta okkum dagin, so eydnaðist tað okkum at halda ein so gott sum vanligan aðalfund, har áleið 160 limir møttu. Andrea á Rípuni, næstforkvinna í Føroya Lærarafelags, skrivar

Tíbetur lá tað fyri hjá landsstýrismanninum í skúlamálum at møta á fundi og halda røðu sum siður er. Í røðuni kom hann m.a. inn á tey viðurskifti, ið tey sum ráð eiga og mugu gera okkurt við. Her kann m.a. nevnast at endurskoða fólkaskúlalógina. Eins og nøkur av okkara grannalondum, so skulu vit endurskoða fólkaskúlalógina. Hetta er eitt stórt arbeiði, ið krevur nógv umhugsni og tíð. Fólkaskúlaráðið skal koma við uppskotum um, hvussu eigur at farast fram, og hvat eigur at gerast. Vónandi gevur landsstýrismaðurin hesum arbeiði tann ans og ta tíð, ið tað krevur.

Ráðið er tilvitað um sálarheilsuna hjá børnum og ungum, ein bólkur situr og “kortleggur” støðuna hjá næmingum í miðnámi, og sami bólkur er biðin um at gera tað sama í fólkaskúlanum. Hetta er at gleðast um, tí vit vita vita, at talið av børnum, ið stríðast við sálarheilsuna økist í hvørjum, men vit hava tørv á fáa tøl fyri, hvussu støðan er, so ein greið ætlan kann gerast á hesum øki, børnunum at frama. Hetta arbeiði skal byrja eftir summarfrítíðina.

Trivnaðarráðgevi er settur í Námi at arbeiða við trivnaði í fólkaskúlanum. Hetta skal skiljast í breiðasta týdningi, tí trívist lærarin ikki, so smittar skjótt niður á næmingarnar. Tí ert tað alneyðugt, at miðvíst verður arbeitt við sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Tað hevði klætt ráðnum at gingið á odda hesum viðvíkjandi.

Lærarafelagið hevur hesa seinastu tíðina javnan verið frammi í sambandi við læraraútbúgvingina; landsstýrismaðurin nevndi eisini útbúgvingina, og at hon skal eftirhyggjast saman við restini av útbúgvingunum á setrinum. Tríggir uttanveltaðir serfrøðingar skulu gera hetta arbeiði. Sjálvandi er hetta at gleðast um, men samstundis er neyðugt at vita, hvat skal eftirhyggjast og út frá hvørjum kriterium. Hvørjir eru hesir serfrøðingarnir, og hvat vita teir um, hvat er týdningarmikið í læraraútbúgvingini? Livst so spyrst.

At enda fari eg at takka gestarøðaranum, Jákupi Reinert Hansen, fyri eina sera góða hugleiðing um pietismuna, tá ið talan er um fólkaskúlan. Tað týdningarmesta, ið eg fekk burturúr, var, at ein lítil spíri kann hava stóra ávirkan fleiri hundrað ár fram. Tað, sum vit serliga skulu leggja okkum í geyma, er: Hvat skal gerast, hvussu skal tað gerast, og ikki minst HVÍ skal tað gerast.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni