Við limakortinum fáa limirnir avsláttur hjá ávísum veitarum.
Í samband við innliman skal niðanfyri skjal sendast Føroya Lærarafelag.
Oyðiblaðið skal sendast til lararaf@lararafelag.fo ella til Føroya Lærarafelag, Postrúm 3264, 110 Tórshavn.
Sum limur hevur tú ymisk rættindi, atgongd til limatilboð og møguleika at leiga summarhúsini á Nesi í Vági og kømur í íbúðini í felagshúsinum í Havn bíliga.
Eisini fáa limir aðrar fyrimunir, so sum:
§ 3. Í felagnum eru vanligir og serligir limir.
2. stk. Rætt til at gerast vanligur limur hevur hvør og ein, sum hevur prógv sum fólkaskúlalærari, og:
3. stk. Felagsnevndin kann taka avgerð um, at fólk, ið hava fólkaskúlalæraraprógv, men ikki lúka treytirnar undir 2. stk., petti a-e, gerast vanligir limir.
4. stk. Sum serligir limir kunnu gerast:
5. stk. Serligir limir hava ikki atkvøðurætt og valbæri. Teir hava rætt til at fáa Skúlablaðið og eintak av viðtøkum felagsins. Serligir limir gerast vanligir limir, tá ið teir søkja ella fara í starv, sum tilskilað er í § 3, 2. stk.
6. stk. Tey, sum eru limir eftir avtalum ella samtyktum, tá ið hesar viðtøkur koma í gildi, eru framvegis limir, hóast ikki tey lúka treytirnar í hesari grein.
7. stk. Vanligir limir, ið eru samlagstryggjaðir, kunnu halda á fram í samlagstryggingini, um teir gerast serligir limir uttan slit í limaskapinum.
§ 4. Umbøn um limaskap kann altíð verða send felagnum antin beinleiðis til skrivstovuna ella um álitisfólk felagsins.
Stk.2. Nýggir limir lata limagjald av fyrstu mánaðarlønini eftir innlimanina, sí tó § 7, stk 2. Limaskapurin skal galda frá innlimanardegnum. Limirnir fáa Skúlablaðið.
Stk.3. Tann, sum biður um limaskap meira enn 6 mánaðir eftir at hava fingið rætt til limaskap sbrt. § 3, stk.2, kann ikki fáa sakkøna og fíggjarliga hjálp frá felagnum fyrr enn eftir 6 mánaða limaskap.
§ 5. Sigur limur seg úr Føroya Lærarafelag, skal hann skrivliga boða skrivstovu felagsins frá minst 1 mánað fyri 1. januar ella 1. august.
Stk.2. Limur, hvørs limagjaldseftirstøða er eldri enn 6 mánaðir, missir limaskapin. Slíkur limur kann bara sleppa aftur í felagið, tá ið eftirstøðan er goldin, og annars verður farið fram, sum tilskilað í § 4.
Stk. 3. Heldur felagsnevndin, at ein limur hevur sýnt slíkan atburð, so at hann skaðar felagsins endamál og mannvirðing, kann hon koyra hann úr felagnum, somuleiðis kann hon á sama grundarlagi nokta lærara at gerast limur í Føroya Lærarafelag. Ein slík útkoyring ella noktaður limaskapur skal, eftir kravi frá hesum lærara, verða lagdur fyri fyrsta aðalfund eftir hetta. Hesin aðalfundur tekur ta endaligu avgerðina í málinum.
§ 6. Dagførdur limalisti skal vera tøkur hjá álitisfólki og á skrivstovu felagsins.
§ 7. Allir limir - vanligir og serligir - gjalda mánaðarligt limagjald, sum aðalfundurin, eftir tilmæli frá nevndini, ásetur. Tó gjalda læraraskúlanæmingar ikki limagjald.
Stk.2. Limir, ið eru farnir frá við eftirløn ella sjúkraløn, gjalda 50 kr. í limagjald um mánaðin.
Stk.3. Felagsnevndin kann sleppa limi frá heilt ella partvís at gjalda limagjald, tá ið hann er arbeiðsleysur, ella tá ið hann lønarleyst søkir sær meiri útbúgving.