Tíðindi/Greinar
12.07.2016
Fyri næmingarnar er tað av stórum týdningi, at møguleiki er at skapa vinaløg, og fyri lærarar er altíð áhugavert at síggja umstøðurnar í øðrum skúlum.
Samstarvið millum smáu skúlarnar í Suðurstreymoy (SSS) byrjaði við árliga rennidegnum. Í Kaldbak renna vit inn í Kaldbaksbotn, og á Velbastað renna vit eisini langan tein, meðan vit í Nólsoy hava lagt eina rennileið á 1 km í bygdini og út á Klivar. Hetta skapar variatión og motivatión í árligu skúlarenningini.
Aftur at rennidegnum løgdu vit síðani ítróttardag um vári. Tá hittast vit at skipa ítróttarligar venjingar og avbjóðingar, har næmingar samstarva tvørtur um flokkar – og tvørtur um skúlamark.
Í nøkur ár hevur eisini verið samstarvað á sjónum. Tórshavnar kommuna bjóðar næmingum umborð á Westward Ho, at royna seg í fiskikapping á Nólsoyarfirði, og til hetta tiltak hittast næmingar úr smáu skúlunum eisini í samstarvi.
Ynski okkara er sjálvsagt, at næmingar skapa vinabond, men samstundis er vónin eisini, at næmingarnir leggja til merkis ymiskleikan í hesum bygdum og skúlum í Tórshavnar kommunu.
At lærararnir hittast til slík tiltøk hevur eisini við sær vinabond og kunnleika til skúlaskipanirnar, ið eru ymiskar, bæði tí at mentanin er ymisk, og tí at skúlastøddirnar eru ymiskar.
Felags fyri tiltøkini er, at lærararnir eisini læra av hvørjum øðrum, og alt eftir, hvat tiltak verður skipað, kunnu vit traðka fram við egnari styrki – í frálæru og samskipan á ymsan hátt.
Í okkara práti tosa vit um “SSS”, ið er styttingin fyri samstarvið millum “smáu skúlarnar í Suðurstreymoy”. Onkursvegna hugsa vit, at næmingarnir taka SSS til sín, at teir skapa bond, ið kunnu verða ein styrki, tá ið teir seinni hittast aftur í ítrótti, framhaldsdeild, miðnámsskúla ella øðrum.
Afturat omanfyri nevndu samstarvsmøguleikum hava vit eisini samskift um onnur tiltøk: Føroyskan dans, Sangfagnað og bókaringar.
Kanska aðrir skúlar kunnu nýta hesi hugskot og skapa samstarv kring landið.
Við ynskjum um gott summar og gott skúlaár!