Tíðindi/Greinar

20.02.2025

Føroyskt er undir trýsti

Vit eru øll góð við føroyska málið og vilja tí tað besta, men tað er ein sannroynd, at ávirkanin á føroyskt uttanífrá er stór. So stór at føroyska málið kann koma í tungan sjógv, um vit ikki eru ansin og geva hesum gætur. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

Tað er ikki fyri at vera svartskygdur, men støðan hjá føroyska málinum má verða tikin í størsta álvara. Tað, sum vit missa, missa vit bara eina ferð. Tað verður trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at vinna nakað inn aftur. Tær bendingar og tey orð, sum eru farin, eru farin. Tí er so ómetaliga týdningarmikið, at føroyskt verður varðveitt, ment og styrkt.

Og øll kunnu gera mun. Um tað so er politiski myndugleikin, skúlin ella foreldur, kunnu øll gera sítt til at hjálpa børnunum at duga gott føroyskt mál og gera tey varug við týdningin av tí. Nú meira enn nakrantíð áður.

Sum lítið mál hevur føroyskt altíð verið undir ávísum trýsti uttanífrá, men valla kann nakað berast saman við støðuna í dag. Har tað áður var danskt, sum otaði seg inn í føroyskt, er tað nú enskt, sum trokar føroyskt mál burtur.

Tað er nokk ikki at siga ov nógv, at danska ávirkanin á føroyska málið var lutfalsliga minni enn enska ávirkanin, sum er nú. T.d. var tað mesta, sum varð sent í sjónvarpinum fyrr, á donskum við donskum teksti, og tað, sum varð lisið bæði heima og í skúla, var eisini ofta á donskum. Hetta var tíðin, áðrenn internet og sosialir miðlar sóu dagsins ljós, og tí var tað kortini eitt sindur avmarkað, hvussu nógv onnur mál enn føroyskt fyltu í gerandisdegnum.

Verður so hugt at støðuni í dag, har internet og sosialir miðlar eru sjálvsagdir tættir í gerandisdegnum, er trýstið á føroyskt ovurstórt. Ja, tað kann vera torført at fata, hvussu nógv í veruleikanum stendur á føroyska málinum beint nú. Á talgildu pøllunum er heimsmálið enskt høvuðsmálið, og har kann evarska lítla, føroyska málið skjótt verða forfjónað.

Í dag brúka summi børn nógva tíð á talgildum miðlum, har tey hoyra ein støðugan floym av enskum máli. Av tí sama eru fleiri, sum duga væl enskt, og tað er gott, men álvarsliga hjáárinið er føroyski málmissurin.

Men vit kunnu hvør í sínum lagi gera mun. Foreldur kunnu gera tað, tey eru ment, at geva børnunum góðan málsligan førning heimanífrá. Tað er góð barlast at hava. Og so er tað skúlin, sum er og altíð eigur at vera ein natúrligur skansi hjá føroyska málinum. Í skúlanum eiga børnini at sleppa at menna sítt málsliga tilvit og ogna sær gott og livandi føroyskt mál. Eisini tey børn, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál.

Tí hevði tað verið gott, um politiski myndugleikin bar so í bandi, at føroyskt altíð fær tær sømdir, sum tað hevur uppiborið.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni