Tíðindi/Greinar

08.12.2023

Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið undirskrivað sáttmála

Lærarafelagið hevur skrivað undir semju við Fíggjarmálaráðið í morgun 8. desember 2023.

Semjan er fyri trý ár við hesi lønarhækkingini:

1. oktober í 2022 hækka mánaðarlønirnar 3,80%
1. oktober í 2023 hækka mánaðarlønirnar 4,20
1. oktober í 2024 hækka mánaðarlønirnar 4,70%

Afturat lønarhækkingini er semja um m.a. førleikaviðbøtur, broyttar flokkingar fyri skúlastjórar og lærugreinaráðgevar, fundarsamsýning fyri fundir uttan fyri skúlan og betri treytir fyri barnsferð.

Semja er eisini um, at partarnir seta seg saman at gera neyðugar tillagingar til skúlaárið 2024/25, so fleiri lærarar verða settir í fast starv, og at vikarar fáa fasta setan.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni