Tíðindi/Greinar

01.10.2024

Fólkaskúlin skorin við 5,2 milliónum

Sambært uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2025 verður játtanin til fólkaskúlan skorin við 5,2 milliónum krónum. Játtanin til fólkaskúlan lækkar við kr. 4,5 mió., og kr. 700.000 verða tiknar frá fólkaskúlanum til Undirvísingarstýrið. Ein skerjing í játtanini til fólkaskúlan, sum svarar til umleið 1,1 %. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

Um uppskotið verður samtykt sum tað fyriliggur, er hetta er annað árið á rað, at játtanin til fólkaskúlanum verður skorin. Í fíggjarlógini fyri 2024 var játtanin til fólkaskúlan skorin við 1,2 milliónum krónum. Tá vóru kr. 500.000 skornar burtur uttan aðra viðmerking, og aðrar kr. 700.000 vóru tiknar frá fólkaskúlanum til Undirvísingarstýrið. Um uppskotið til fíggjarlógina verður samtykt, verður fólkaskúlin skorin við samanlagt 6,4 milliónum krónum seinastu tvey árini.

Ætlanin at skerja játtanina til fólkaskúlan kemur ógvuliga dátt við, tí játtanin er longu frammanundan ikki dagførd. Virksemið í skúlanum er økt, men pengar hava ikki fylgt við. Fólkaskúlanum tørvar eisini íløgur á fleiri økjum.

Fólkaskúlin er útbygdur við serflokkum, og talið av næmingum, ið fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál, er vaksið. Hesar útbyggingar av fólkaskúlanum eru góðar og neyðugar, men neyðin í fólkaskúlanum er, at hetta er komið aftrat, uttan at neyðug játtan hevur fylgt við, og tað leggur stórt trýst á restina av fólkaskúlanum, sum hevur mist samsvarandi av síni játtan.

Íløgur mangla eisini til at dagføra fólkaskúlan. Innihaldið í fólkaskúlanum, t.e. námsætlanirnar, treingir til at verða dagført. Flestu námsætlanirnar eru eftir gomlum leisti, og átrokandi tørvur er seta pening av til at gera nýggjar námsætlanir til allar lærugreinarnar. Tað er eisini forsømt í nógv ár at víðari- og serútbúgva lærararnar í fólkaskúlanum. Pengar mugu játtast til at serútbúgva lærararnar, soleiðis at tað, sum langt síðani átti at verið játtað fólkaskúlanum, verður vunnið inn aftur. Íløgur mugu eisini gerast í fólkaskúlan, so at tveir lærarar eru í flokkinum nógv størri part av skúladegnum. Fleiri og fleiri næmingar krevja, at lærarin hevur tíð til teirra einsæris ella í smærri bólkum, og tí má játtan setast av til vaksa um tvílæraraskipanina.

Í skúlanum standa vit spyrjandi, nú vit annað árið á rað møta ætlanum um, at játtanin til fólkaskúlan aftur skal skerjast. Stórar avbjóðingar eru í fólkaskúlanum, og íløgur mangla bæði til at dagføra innihaldið í skúlanum og at eftirútbúgva lærararnar, og tað, sum politiski myndugleikin ætlar, er enn eina ferð at skerja fólkaskúlan.

Myndin er nevndin í Føroya Lærarafelag.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni