Tíðindi/Greinar

01.09.2021

Fólkaskúlin fyri øll?

Skúlin er fyri øll – eru føgur orð, men ongin dugur er í føgrum orðum, tá tað skortar upp á handling. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

Beint áðrenn fólkaskúlin fór í summarfrí, skrivaði Annbritt Toftegaard, skúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi, eina greinarøð í trimum pørtum við heitinum Fólkaskúlin er fyri øll – eitt neyðarróp frá børnum við serligum tørvi I II III.

Hetta var ein greinarøð, ið var harðliga tiltrongd. Hvør kennir betur til avbjóðingarnar á serøkinum, enn leiðslurnar kring landið. Hava tit ikki lisið greinarøðina, so mæli eg tykkum til at gera tað, tí endiliga er tað ein, sum siðiliga og grundað á egnar royndir leggur kortini á borðið og sigur, sum er.

Skúlin er fyri øll – eru føgur orð, men ongin dugur er í føgrum orðum, tá tað skortar upp á handling. Vit hava nógvar næmingar í fólkaskúlanum, ið ikki fáa ta undirvísing og ta hjálp, sum teimum tørvar, tí arbeiðsorkan og játtanin ikki røkka til.

Eg havi mangan skrivað, at lærarar kenna seg strongar, tí kenslan av ikki at røkka øllum næmingum er oyðileggjandi. Tað er slítandi at fara til arbeiðis og hava kensluna av ikki at strekkja til. At vilja gera meiri, men ikki at kunna. Hvat gera vit við hetta?.

Skulu allir næmingar vera í fólkaskúlanum? Ja – Nei. Hjá mær er einfalt at svara, sum støðan er nú, so nei. Lærarar koma til kort, tí teir hava ikki útbúgving, orku og tíð at taka sær av serliga krevjandi næmingum. Harafturat skulu vit minnast til, at fólkaskúlin er ikki bara næmingar við serligum tørvi, fólkaskúlin er allir næmingarnar, ið har ganga.

Sum eg lesi greinarøðina, so er hon eitt neyðarróp, eitt neyðarróp, ið gevur eitt rungandi ekkó. Eitt ekkó, ið verður sent aftur og fram, men sum ongin gevur sær far um. Ekkóið hoyrist, og føgur orð verða søgd, men ongin handling. Greinarøðin fortelur okkum ikki nakað nýtt, og tað er katastrofan í hesum. Tað sýnist, sum fólkaskúlin ikki eigur nokk av fólki, ið sita við ræði, sum eru nóg góð við hann til at vilja gera neyðugu íløgurnar. Íløgan, sum skal gerast í fólkaskúlan, er ikki bert ein posi av pengum, sum man skal gera við, sum man vil. Vit mugu finna útav, hvat vit vilja við fólkaskúlanum, hvørjar fortreytir skulu til fyri at røkka settum málum, og hvussu náa vit teimum.

Vit skulu ikki hyggja til grannalondini fyri at vita, hvussu tey hava gjørt fyri at fáa sum mest burtur úr lítlum, Excel-arkið duga vit at brúka sjálv. Vit skulu ei heldur sita og finna loysnir, ið onnur longu hava funnið. Vit skulu hyggja til høgru og vinstru og lána tað besta, rest mugu vit gera sjálv.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni