Tíðindi/Greinar

18.05.2021

Fólkaskúlalógin verður endurskoðað

Nógvar av broytingunum, sum eru farnar fram í fólkaskúlanum seinastu árini hava verið ov tilvildarligar. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Fólkaskúlalógin verður endurskoðað. Tað segði landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jenis á Rana, í røðu síni á aðalfundi Føroya Lærarafelags, sum varð hildin á Hotel Føroyum leygardagin 8. mai.

Landsstýrismaðurin greiddi frá, at avgerð er tikin um at skipa ein bólk, sum skal fara í holt við eina grundleggjandi endurskoðan og dagføring av fólkaskúlalógini. Ætlanin er, at bólkurin fer til verka beinanvegin, og endurnýggjaða fólkaskúlalógin skal vera liðug til skúlaársbyrjan í 2022.

Nógvir tættir eru í fólkaskúlalógini, so tað er eitt umfatandi arbeiði, sum áðurnevndi bólkur skal í gongd við. Landsstýrismaðurin nevndi í røðuni fleiri áhugaverd øki, sum skulu viðgerast. Hann spurdi m.a., um býtið millum tær hugvísindaligu og náttúruvísindaligu lærugreinarnar er tað rætta, og um tær handaligu og skapandi lærugreinarnar hava nóg stóra rúmd í skúlanum. Landsstýrismaðurin segði í hesum sambandi eisini, at: “Allar kanningar vísa jú, at kreativu lærugreinarnar bæði stuðla og stimbra undir læringina í teimum bókligu fakunum. Og tá okur vita hetta - tað er jú prógvað við fleiri granskingum - eiga okur at gera neyðugar broytingar.”

Landsstýrismaðurin nevndi eitt ítøkiligt øki afturat í fólkaskúlalógin, sum skal endurskoðast, og tað er vikutímatalið hjá næmingum. Hann segði, at seinastu 15-20 árini er bara lagt aftur at vikutímatalinum, og úrslitið av tí er, at føroyskir næmingar hava fleiri tímar um vikuna enn flestu grannalond okkara. Landsstýrismaðurin segði greitt, at eitt av endamálunum við at endurskoða fólkaskúlalógina var at fáa staðfest, hvussu tímatalið kann minkast.

Tað er at fegnast um, at sjøtul verður settur á hetta arbeiðið. Tað er neyðugt. Nógvar av broytingunum, sum eru farnar fram í fólkaskúlanum seinastu árini hava verið ov tilvildarligar. Tær hava so at siga ongantíð verið gjørdar sum partur av einari størri heild, har hugsað hevur verið um, hvussu viðkomandi broyting ávirkar fólkaskúlan sum heild. Eitt tað besta dømið um hetta er vikutímatalið, sum tíbetur er við í arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum. Tað er bara økt seinastu árini. Serstakliga hjá hádeildini.

Ætlanin, tá ið slíkar broytingar eru framdar, hevur sjálvandi verið góð. T.d hevur verið roynt at lyft onkra ávísa lærugrein, men tílík inntriv her og har ávirka alla skipanina.

Eisini er gott at hoyra, at ætlanin er at styrkja handaligu og skapandi lærugreinarnar. Tað hevur avgerandi týdning, at næmingar fáa høvi at royna síni kreativu evni. Í sama viðfangi er sanniliga eisini av alstórum týdningi, at lærarar fáa góð kor, fleiri tímar, at skipa hesa undirvísing. Tað kostar, men íløgan er góð.

Tað er kærkomið, at fólkaskúlalógin verður endurskoðað, øll sum hon er. Vónandi er hetta ikki bara føgur orð, men heldur nakað munadygt, sum fer at gera okkara góða fólkaskúla uppaftur betri.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni