Tíðindi/Greinar
12.04.2024
So hevur aðalorðaskifti um fólkaskúlan verið á tingi. Fólkaskúlin var settur á breddan, og støði var tikið í góða og rúgvismikla tilmælinum um broytingar í fólkaskúlalógini, sum ein arbeiðsbólkur læt úr hondum fyri knøppum ári síðani.
Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevði til aðalorðaskiftið valt sær nøkur tilmæli úr sjálvum tilmælinum, sum hann helt áttu at verið tikin framum, og hann greiddi so í røðu síni frá, hvørjar tankar hann hevði gjørt sær hesum viðvíkjandi. Framsøgufólkini hjá flokkunum tóku eisini orðið, og eitt sindur av orðaskifti var so eisini. Eitt orðaskifti, sum fór í næstan allar hugsandi ættir, og uttan at fornerma nakran kann nokk sigast, at fólkaskúlin tíverri ikki fyllir so nógv hjá nógvum løgtingsfólkum. Summi løgtingsfólk raðfesta tó fólkaskúlan frammarlaga, treyðugt so, og tað er at gleðast um.
Men hvat stendur so eftir, nú fólkaskúlin fekk eitt sindur av kærkomnari umrøðu? Jú, um takast skal samanum upp á onkran máta, varð nokk so fitt tosað um floksstødd og tvílæraraskipan. Landsstýrismaðurin nevndi í røðu síni hesi bæði átøkini, og fleiri løgtingsfólk tóku undir við honum. Floksstødd og tvílæraraskipan eru eisini upp á ein máta tongd at hvørji aðrari. Tær nema bæði við undirvísingarstøðuna hjá lærarum, sum í løtuni er avbjóðandi og tørvar batar.
At lækka floksstøddina niður í 20 næmingar, sum mælt verður til í tilmælinum, hevði havt við sær, at tað hevði verið lættari hjá læraranum at rokkið hvørjum einstøkum næmingi. Tað sama er eisini galdandi við tvílæraraskipanini. Ein útbygd tvílæraraskipan hevði gjørt, at lærarin hevði undirvíst færri næmingum í senn, sum hevði gagnað bæði lærarum og næmingum.
Og tað er neyðugt at seta hesi bæði áðurnevndu átøk í verk beinanvegin. At vera lærari í dagsins skúla krevur nógv, og tað stendur nógv á nógvastaðni. Arbeiðssetningurin hjá lærarum er síðstu árini bara støðugt vaksin, og tað heldur sjálvandi ikki í longdini. Einaferð fer at sansa at. At standa einsamallur lærari við t.d. 26 næmingum er í sjálvum sær ein ógvuliga stríggin uppgáva.
So tað snýr seg um at bera skjótt at. Og tað eigur ikki at vera neyðugt at skula velja ímillum antin at minka floksstøddina ella hava tvílæraraskipan. Bæði eiga at verða sett í gongd beinanvegin.
Og við tvílæraraskipanini er týdningarmikið at leggja dent á, at tvílæraraskipan merkir tveir lærarar og einki annað. Harafturat eiga tímarnir til tvílæraraskipan heldur ikki at verða brúktir til nakað annað enn tvílæraraskipan. Skal ein tvílæraraskipan hepnast so væl sum gjørligt, riggar ikki, at annar lærarin brádliga verður settur at lesa aðrar tímar.
Slíkar støður koma bara í, tí at tímajáttanin til skúlan er ov lítil. Tað er so ein annar knútur, sum kortini skuldi verið lættur at loyst. Tað krevur bara, at játtanarmyndugleikin ikki er so pírin við tímum, men játtar skúlanum so nógvar tímar, sum honum tørvar. Ein størri tímajáttan hevði havt við sær, at t.d. vikartímakvotan hevði rokkið longri, enn hon ger í løtuni, og tvílæraraskipanin hevði harvið fingið frið.
Tað var gott og ikki minst neyðugt, at ljós bleiv varpað á fólkaskúlan í tinginum. Nú manglar so bara tann mest týðandi parturin. Hvat verður framt í verki? Í síðsta enda snýr tað seg um pengar, og tí verður áhugavert at fylgja við, hvussu leikur fer. Tilmælini liggja klár á borðinum, og politiska skipanin eigur næsta leik.
Sjónarmið í Skúlablað nr 2, 2024, sum júst er komið.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan