Tíðindi/Greinar

12.10.2021

Fyrimunur at undirvísa minni

Tá arbeiðstrýstið er so mikið høgt, at tað kennist ov strævið at arbeiða fulla tíð, ella tá arbeiðið er so tíðarkrevjandi, at kenslan av ikki at hava tíð til familjuna gerst veruleiki, er tað ómetaliga gott at hava møguleikan at arbeiða niðursetta tíð. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tað er áhugavert at lesa nýggju kanningina, ”37 tímars arbeiðsvika - fyrimunir og vansar”. Vit liva í eini tíð, sum seinastu árini hevur verið merkt av øking. Vit mugu arbeiða meira, skjótari og betur. Fyri lærarar hevur hetta merkt fleiri undirvísingartímar. Samstundis sum vit undirvísa meiri, skulu vit hava betri og títtari samstarv við heimini og brúka tíð upp á nýggjar tøkniskipanir, og ynskiligt er, at vit hava tíð til einstaka næmingin, samstundis sum toymissamstarv á ymiskan hátt skal rúmast í arbeiðsvikuni.

Tað, sum er serstakt við kanningini um 37 tímars arbeiðsviku, er, at kanningin á menniskjaligu virðunum vísir stórar fyrimunir. Fólk arbeiða betur og eru nøgdari, bæði tá ið tey eru til arbeiðis og heima, samstundis, sum tey, ið kenna seg ikki at strekkja til á arbeiðsplássinum ella merkja strongd, eru munandi færri, enn tá arbeiðsvikan er 40 tímar.

23,6% av lærarum arbeiða niðursetta tíð. Hetta er eitt høgt tal, tá vit hugsa um, at flestu lærarastørv eru fulla tíð. Tað eru einans tey størv, ið eru resttímar, sum ikki eru fulltíðarstørv, uml. eitt starv á hvørjum skúla. Hetta merkir, at talið av lærarum, ið ikki hava fulltíðarstarv í boði, er lægri enn 5%. Samanumtikið kunnu vit staðfesta, at fimti hvør lærari arbeiðir niðursetta tíð.

Av teimum, ið arbeiða niðursetta tíð, svara 83% annaðhvørt, at tey ynskja at hava tíð til familjulívið, ella at tað er ov strævið at arbeiða fulla tíð. Tá arbeiðstrýstið er so mikið høgt, at tað kennist ov strævið at arbeiða fulla tíð, ella tá arbeiðið er so tíðarkrevjandi, at kenslan av ikki at hava tíð til familjuna gerst veruleiki, er tað ómetaliga gott at hava møguleikan at arbeiða niðursetta tíð. Tó kundi tað verið áhugavert at kannað, hvussu støðan er hjá teimum, sum arbeiða fulla tíð. Kanning í Danmark vísir, at lærarar eru í topp 10, tá tað ræður um kensluliga ávirkan, strongd og møði á arbeiðsplássinum. Hetta er kanning innan 73 starvsøki.

Tá lærarar velja at arbeiða niðursetta tíð, er tað bara undirvísingartímarnir, ið fækka. Krøvini/ynskini til foreldrasamstarv, toymissamstarv og ymiskt annað er óbroytt. Tí hevði ein 37 tímars arbeiðsvika gjørt stóran mun hjá lærarum. Hetta hevði ført við sær, at um tíðin til annað virksemi var óbroytt, høvdu lærarar undirvíst tveir tímar minni um vikuna. Møguliga hevði hetta ført við sær, at lærarar høvdu havt betri hug at arbeiða fulla tíð. Samstundis kann ongin ivi vera um, at kenslan av møði og strongd hevði verið munandi lægri hjá teimum, ið arbeiða fulla tíð.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni