Tíðindi/Greinar
28.11.2022
Herfyri kom bóklingur út, sum Barnaverndarstova Føroya hevur latið gera, undir heitinum “Børn hava rætt til eitt gott lív – Tak vandatekin í álvara.” Bóklingurnin er til fakfólk og snýr seg um fráboðanarskyldu. Avgjørt ein hentur, lættlesiligur og viðkomandi faldari, sum vit kunnu hella okkum til, um vit ivast. So takk fyri tað, Barnaverndarstovan.
Eg fari her at tríva í nakað av tí, sum faldarin viðger og mælir til.
Ført verður m.a. fram, at lógin um barnavernd §14 sigur greitt, at øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera og í hesum sambandi fáa kunnleika til ella hava orsøk at halda, at foreldur ella annar uppalari vanrøkir, meinslar ella misnýtir eitt barn, ella at barnið á annan hátt livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða tað, hava skyldu til navngivið at boða barnaverndini frá hesum. Skoytast kann uppí, at sjálvboðin, sum eru um børn í eitt nú ítrótti ella trúarlívi, eru ikki at rokna sum fakfólk, og kunnu tí boða frá ónavngivin.
Til dagligt koma vit lærarar vanliga ikki í eins stóran mun í samband við foreldrini og familjuna hjá barninum, sum eitt nú starvsfólk á dagstovnaøkinum. Hinvegin eru vit nógv saman við børnunum. Vit hava serliga ábyrgd av fakligu menningini, men persónliga menningin og trivnaðurin hjá hvørjum eistøkum barni hevur eisini alstóran týdning. Eisini hjá tannáringum, har stórar broytingar henda, er neyðugt at geva møguligum teknum um mistrivna gætur.
Hvussu tekur tú so vandatekin í álvara? Trupult er at nágreina eina leiðbeining um hvussu.
Tí er neyðugt at meta um í hvørjum einstøkum føri. Mistrivnaður kann bæði koma av, at barnið er strongt í eina tíð og av, at tað er hótt. Tí mást tú sum starvsfólk gera vart við teg, tá tú gerst stúrin um eitt barn, so støðan kann verða kannað nærri. Men slík støða er sjáldan einføld. Tú hugsar møguliga: Man mín stúran bara vera ein ógrundaður illgruni? Er vandi fyri, at álit og samstarv millum meg og foreldrini verður oyðilagt? Bróti eg mína tagnarskyldu?
Men her er støðan púra greið. Sum fakfólk hevur tú skyldu at taka neyðug stig, um tú sært vandatekin. Tað er umráðandi, at tú ikki, vegna umhugsni fyri foreldrunum, letur vera við at fara víðari við tí, sum tú hevur sæð. Fráboðanarskyldan kemur altíð fram um tagnarskylduna.
Men hvørji ítøkilig vandatekin eigur tú annars at geva tær far um? Tað kann t.d. vera, at barnið mennist ikki aldurssvarandi, hevur ein óskiljandi ella brádligan broyttan atburð, tykist vera órøkt, sýnir líkasælu, tykist óttanfult ella er bráðsint, ágangandi, megnar ikki sambond ella hevur ilt við at hugsavna seg.
Hvussu greiðir tú so frá tíni stúran? Tað er altíð gott at taka tínar starvsfelagar og leiðsluna við upp á ráð, og harvið eisini fyrireika eina møguliga torføra samrøðu við foreldrini so væl sum gjørligt. Útgangsstøðið verður altíð at tosa við foreldrini, tó undantikið tá illgruni er um, at tað eru foreldrini, ið fremja harðskap ella kynsligan ágang. Foreldur vilja sínum børnum tað besta. Hóast tey møguliga eru partur av trupulleikanum, eru tey eisini ein týðandi partur av loysnini. Barnaverndin mælir til, at tú sum lærari kunnar foreldrini um tína fráboðan og gjøgnumgongur hana, áðrenn tú sendir hana inn. Lat møguligar viðmerkingar hjá foreldrunum koma við í fráboðanina. Undantikið tá talan er um illgruna um harðskap ella kynsligan ágang, framdur av foreldrunum.
Havast skal annars í huga, at fráboðanin til barnaverdina er bara fyrsta stigið til, at barnið fær neyðugu hjálpina.
Hvussu boðar tú barnaverdini frá? Mælt verður til, at fráboðanin er skrivlig. Tað er sera umráðandi, at fráboðanin er ítøkilig, og at tann, ið skrivar, ikki tulkar umstøðurnar, men bara skrivar tað, sum hann/hon hevur eygleitt ella á annan hátt fingið upplýst. Gev gjarna ítøkulig dømi.
Barnaverndin skilir annars ímillum bráðfeingisstøður og so mál, har tú kanst geva tær betri stundir.
Hvat hendir eftir fráboðanina? Sosialráðgevi fer so í holt við at kanna støðuna nærri. Hetta kann taka upp til tríggjar mánaðir. Innan eina viku eigur tú tó at fáa kvittan fyri móttøku av fráboðanini. Harumframt kanst tú sum fakfólk, ið hevur boðað frá, fáa upplýst, um fráboðanin hevði við sær, at málið varð kannað, ella fyriskipan varð sett í verk, sigur barnaverndarstovan m.a. í bóklinginum.
Jú, sanniliga hava børn rætt til eitt gott lív. Tí mugu vit ongantíð groyma at taka vandatekin í álvara.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan