Tíðindi/Greinar

14.06.2017

Frá trygdarumboði til trygdarbólk

Lærarar skulu arbeiða á einum tryggum arbeiðsplássi. Tað kunnu øll vera samd um, men tryggar umstøður koma ikki av sær sjálvum. Tí má arbeiðið við trygdini á arbeiðsplássinum verða raðfest og skipað, um málið um trygd á arbeiðsplássinum skal røkkast. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

Arbeiðið við trygdini á skúlunum hevur ikki verið serliga skipað. Skúlarnir hava í nógv ár havt ta skipan, at eitt trydgarumboð er valt millum lærararnar á skúlanum. Hetta umboð hevur arbeitt einsamalt og ólønt við trygdarviðurskiftunum á skúlanum. Av hesi avmarkaðu skipan hevur trygd á arbeiðsplássinum verið lítið umrøtt millum lærarar. Lærarar hava arbeitt og arbeiða uttan at hugsa stórt um egna trygd. Tíverri.

Arbeiðsumhvørvislógin kom í gildi 11. mai í 2000. Við tí vildu landsmyndugleikarnir hava tryggar arbeiðsumstøður á arbeiðsplássunum. Men skúlarnir, arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum og leiðslum, hava ikki fylgt við á hesum øki. Skúlabygningarnir eru kommunalir, meðan vit lærarar eru settir undir Mentamálaráðnum. Nú hevur Mentamálaráðið tikið ábyrgd av arbeiðinum við trygdini á arbeiðsplássinum hjá lærarum og leiðslum. Nakað seinkað, men tó gott, at skipað viðurskifti nú koma í lag á hesum øki.

Í skúlaárinum er arbeiðið við trygdini á arbeiðsplássinum skipað sambært arbeiðsumhvørvislógini. Lærarar og starvsfólk á skúlunum hava valt síni trygdarumboð og trygdarbólkar ella trygdarnevndir skipaðar. Trygdarumboðini hava eisini verið á trygdarskeiði. Skeiðið gav eitt innlit í arbeiðsumhvørvislógina og nart við ymsu økini í tí fysiska arbeiðsumhvørvinum. Ein lítil partur av skeiðinum var eisini um sálarliga arbeiðsumhvørvið.

Sálarliga arbeiðsumhvørvið fylti lítið á skeiðinum, og vitanin á økinum er ikki so neyv, men tað økið er nokk tað, har flestu vandar og hóttanir eru á heilsuna hjá lærarum og leiðslum. Vit eru allatíðina í samskifti við næmingar, foreldur, starvsfelagar og myndugleikar, og okkara fremsta amboð er okkara persónur. Tí er slitið stórt av okkara sinni, og sálarligir arbeiðsskaðar síggjast seint, og myndugleikarnir vilja illa kennast við teir, samanborið við eitt brotið bein. Tí eigur serliga tað sálarliga arbeiðsumhvørvið at raðfestast í skúlunum.

Hetta økið hevur ligið á láni í nógv ár, tí er nógv at gera hjá trygdarbólkunum. Eitt tað fyrsta arbeiðið hjá má vera at venja lærarar at hugsa um egna heilsu og arbeiðsumhvørvið í starvinum. Eg vil heita á øll at taka væl ímóti trygdarumboðnum, ið arbeiðir fyri, at vit koma eins frísk heim frá arbeiðinum, sum vit møttu.

Arbeiðsumhvørvislógin: http://logir.fo/Logtingslog/70-fra-11-05-2000-um-arbeidsumhvorvi-sum-broytt-vid-logtingslog-nr-18-fra-8-mai

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni