Tíðindi/Greinar

22.07.2016

Framhaldandi kynsmunur á eftirlønini

Fyri nøkrum árum síðani gjørdi eg vart við, at munur verður gjørdur á kynunum, tá eftirlønin verður útgoldin. Mær vitandi er eingin broyting hend, hóast hesin útrokningarháttur virkar sera ótíðarhóskandi. Maria V. Hansen, kassameistari í Føroya Lærarafelag, skrivar

Limir felagsins eru framvegis ójavnt staddir, tá talan er um eftirløn. Hetta kemst m.a. av, at vit í Føroya Lærarafelag hava bæði tænastumannasettar- og sáttmálasettar lærarar. Tænastumenn hava, sum part av sínum starvi, eina eftirløn, sum er eitt ávíst % av endalønini, alt eftir, hvussu leingi teir hava verið í starvi. Tað er eingin munur á, um lærarin er maður ella kvinna, bæði fáa somu eftirløn fyri sama arbeiði, eins og tey bæði eru líka væl tryggjað, meðan tey starvast.

Tað vóru mong ár, har eingin lærari bleiv settur í fast starv, setanin av tænastumonnum helt uppat. Hesir lærarar fingu tó lovað eftirløn, eins og tænastumenn. Tað hevur seinni víst seg, at mátin at rokna útgjaldið er ógreiður. Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið/Mentamálaráðið eru framvegis ikki samd um hetta.

Avleiðingin av, eingin lærari var settur í fast starv, merkti, at lærarar mátti søkja “sítt“ egna starv hvørt einasta ár. Fyri at fáa enda á hesum gjørdi tásitandi nevnd í Lærarafelagnum eina avtalu við Fíggjarmálaráðið og Mentamálaráðið um at sáttmálaseta lærarar í óavmarkað tíð. Eisini tryggjaði nevndin sær, at lærarar vóru eins væl tryggjaðir og fingu eftirløn, sum var tænastumannalíknandi. Tað, sum tásitandi nevndin gjørdi, ivist eg ikki í, var gjørt eftir bestu meining, men úrslitið var, at ein alt ov stórur partur av eftirlønini fór til tryggingar og tískil ov lítil partur í eftirløn. Avtalan var gjørd í ár 2000.

Nevndin í Lærarafelagnum hevur síðan gjørt ymiskt fyri at økja um eftirlønarpartin, m.a. gjøgnum samráðingar økt eftirlønina til tey núverandi 17 prosentini og flutt til Betri Pensión, lækkað tryggingarpartin, eftir tørvinum hjá liminum o.l.

Tann 4. mars í ár undirskrivaði Føroya Lærarafelag sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Í sáttmálanum varð einki gjørt við eftirlønir. Eftirlønin hjá lærarum er 17 % av lønini, og hetta átti at verið ein góð eftirløn. Men av hesum 17 % fer ikki alt til eftirløn, men eisini til lógarkravdar tryggingar, sum nevnt omanfyri. Av tí at skattur nú verður goldið av eftirlønini við inngjalding, samstundis sum tryggingarpakkin kostar tað sama, sum áðrenn 2012, so er minni eftir til sjálva eftirlønina. Lærarar hava sostatt mist nógv, tá eftirlønargjaldið bleiv skattað.

Men enn er ikki komið á mál: tá lærari fer frá við eftirløn, er tað ikki líkamikið, um talan er um mann ella kvinnu. Tann mannligi lærarin fær í núverandi skipan væl meiri útgoldið í eftirløn, altso í lívrentu, enn tann kvinnuligi, hóast talan er um somu starvstíð og áramál. Hetta kemst av, at hagtølini vísa, at kvinnur liva longri enn menn, og tí skal teirra samanspardi peningur strekkja longri.

Hesin munur ikki bara er innan lærarayrkið!

Nú mugu tey ráðandi í landinum fara til verka og gera hóskiligar broytingar í eftirlønarlóggávuni, so at javnstøða verður millum kynini, tá eftirlønin verður útgoldin.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni