Tíðindi/Greinar

06.02.2023

Framburður og framleggingar nógv betri í dag enn fyrr

Eitt, sum avgjørt er blivið nógv betri í dagsins skúla, er, at næmingarnir sum heild duga og tora nógv betur at leggja eitthvørt fram fyri størri ella minni fólkamongd. Hetta er ein heilt vanligur arbeiðsháttur í dagsins skúla. Nakað, sum næstan ikki kom fyri fyrr. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Stundum hoyrast kritiskar røddir, ið gremja seg um, at skúlin hevur ikki ta dygd sum fyrr. Uttanatslæran er ikki tann sama, børnini duga ikki líka væl at stava, danskt ridlar og so framvegis. Haldi yvirskipað, at vit kunnu ikki gera slíkar greiðar niðurstøður. Men at nógv er broytt og øðrvísi, er sjálvsagt rætt. Og gamal í, okkurt er helst til tað verra og annað til tað betra. Tað vil so vera. Samfelagið er so ófatiliga nógv øðrvísi og meira samasett í dag enn fyri eini 30-40 árum síðani.

Vit, sum vóru børn í 70-unum og seinni við, kunnu væl minnast, hvat ein sunnudagur hevði at bjóða, um ikki okkurt ítróttatiltak var á skránni. Tað var døgurði, og so njórið av Poul Bundgaard ella Símun Konoy í kvøðuljómunum. Tað var IKKI stuttligt. Har var sjálvandi einki sjónvarp ella internet. Júst tí var tað eisini rímiliga lætt í skúlunum at praktisera ta námsfrøði og teir arbeiðshættir, sum tá vóru. Eitt nú við óendaligum endurtøkum av fyri- og aftursøgnum til næmingarnir at enda dugdu raðið at stava. Ikki tí, endurtøkur eru góðar, men sjálvsagt við máta.

Nógv er broytt síðani Bundgaard sang Tak er kun et fattigt ord. Í dag eru vit støðugt uppi ímóti einum sera dugnaligum, framkomnum og pengasterkum undirhaldsídnaði serliga á einum neti, sum er allastaðni. Tey ungu sappa skjótt og støðugt ímillum ymiskar pallar. Ert tú ikki nóg spennandi, fara tey skjótt víðari. Men skúlans uppgáva og avbjóðing er, enn sum áður, støðugt at menna og styrkja næmingarnar fakliga, sosialt og andaliga, øll árini uppeftir í einum sosialt tryggum og gevandi umhvørvi. Spurningurin er bara hvussu. At vit støðugt mugu fylgja við tíðini er eyðsæð, ella vit royna í øllum førum. Men ytri umstøður í samfelagnum broytast nógv skjótari í dag enn fyrr, so tað er ikki lætt hjá skúlanum at fylgja við. Skúlabygnaðurin er eisini stirvin. Tí er tað sera jaligt, at politiski myndugleikin hevur týðiligar ætlanir um at betra og dagføra fólkaskúlalógina. Ikki bara við at geva flokslæraranum betri umstøður, fáa minni flokkar og betri tvílæraraskipan, men eisini at finna eina betri javnvág ímillum tey málsligu, náttúruvísandaligu- og tær handaligu/kreativu/musisku lærugreinarnar, har serliga tey síðstnevndu koma meira til sín rætt. Eisini fyri at fáa dreingirnar betri við í skúlanum.

Eitt, sum avgjørt er blivið nógv betri í dagsins skúla, er, at næmingarnir sum heild duga og tora nógv betur at leggja eitthvørt fram fyri størri ella minni fólkamongd. Hetta er ein heilt vanligur arbeiðsháttur í dagsins skúla. Nakað, sum næstan ikki kom fyri fyrr.

Í skúlanum hjá okkum Skúlanum á Fløtum høvdu við verkætlanarviku í hádeildini herfyri. Hetta er kravt arbeiði í níggjunda og tíggjunda flokki, sum kom eftir kunngerð frá MMR í 2000. Nógvir sjeyndu og áttandu flokkar gera tað nú eisini fyri at fáa venjingina. Næmingarnir hava so framløgur vikuna eftir í 2-3 dagar, sum tað passar. Og hjá okkum var sjón fyri søgn. Ikki bara dugdu næmingarnir framúr væl at leggja arbeiðið til rættis. T.v.s. at gera tað sum er kravt. Tað er at skriva loggbók, verkætlanarsynopsu, gera eitthvørt “produkt”, ið innber at gera minst ein kretivan lut av einhvørjum slag, og so gera eina framløgu. At næmingar ofta duga væl telduteknikk, vita vit. Men harumframt er tað ein fragd at síggja, hvussu væl teir duga at flætta substans og at frambera hendan á ein stak sannførandi, livandi og áhugaverdan hátt, har høpi og heild renna saman. Hetta duga tey ungu í dag nógvar ferðir betur enn fyrr, tá ið vit ikki sluppu og heldur ikki tordu at nærkast pultinum ella talvuni.

At duga at gera eina framløgu og at leggja slíka fram hevur alstóran týdning fyri næmingarnar, tá ið teir fara víðari í skúlaskipanini ella aðrastaðni á leiðini.

So, jú. Nógv er broytt, men tað mesta til tað betra ...                


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni