Tíðindi/Greinar
02.02.2017
Føroya Lærarafelags og árligi limafundurin í Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags verða leygardagin 25. mars 2017 kl. 10.00 í Skúlanum við Løgmannabreyt. Á skránni er formansval umframt val av tveimum nevndarlimum; tað eru Maria V. Hansen, sum er kassameistari, og Jákup av Skarði, sum er næstformaður, sum standa fyri vali. Um tey ella formaðurin, sum hevur staðið á odda fyri Lærarafelagnum seinastu 6 árini, stilla upp aftur, er greitt eftir 11. mars, tá ið freistin at stilla upp er úti.
Fundarskráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins.
Innkomin mál skulu skrivliga vera komin til nevndina í seinasta lagi leygardagin 4. mars 2017 kl. 10.00, og uppskot til valevni sum nevndarlimir og formaður skulu vera komin á skrivstovu felagsins í seinasta lagi leygardagin 11. mars 2017 kl. 10.00.
Gestarøðaðar í ár verða Rigmor Dam, landsstýriskvinna við skúlamálum, og Sigri M. Gaini, lærari og cand. ped. í heimspeki.
Savnsmynd av Skúlanum við Løgmannabreyt: Rói Jacobsen
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan