Tíðindi/Greinar
15.07.2019
Ein av stóru ábyrgdunum og virðunum í arbeiðinum hjá lærarum og leiðslum í skúlanum er at fylgja næmingunum barna- og ungdómsárini, og at síggja tey vaksa og búnast í treysti til sín sjálvs. Tíðin um summarfrítíðina er serstøk í so máta. Øðrumegin er tað tungt at siga 9. flokki farvæl, eftir at hava fylgst so langt á leið, og á hinumegin verða vit lívgað upp av fittum og eldhugaðum næmingum, ið koma í 1. flokk.
Endamálið við fólkaskúlanum er, at næmingarnir búnast persónliga í mun til felagsskapin, og at tey mennast fakliga. Hesa uppgávuna eiga leiðslan og allir lærarar hjá næminginum í felag. Men tað slepst ikki uttanum, at tað er flokslærarin, ið eigur størsta partin í hesum arbeiðinum og hevur størstu ábyrgdina. Tað er flokslærarin, ið fylgir við í trivnaðinum og menningini hjá næminginum og skipar arbeiðið um trivnaðin hjá bæði einstaka næminginum og flokkinum.
Arbeiðið sum flokslærari er lýst í kunngerðini um flokslæraran, har tað beinleiðis er ásett í § 3, at ”Flokslærarin hevur ábyrgdina av at samskipa floksins arbeiði og taka hond um trivnaðin hjá einstaka næminginum.” Í fesku kanningini um trivnað og happing í fólkaskúlanum svara 84 % av spurdu næmingunum, at tey trívast væl og sera væl í skúlanum. Tað eru 2 prosentstig fleiri, enn tá kanningin seinast var gjørd í 2015. Eg ivist ikki í, at flokslærarin eigur sín stóra lut í hesum.
Flokslærarauppgávan er umfatandi sum hon er lýst í kunngerðini. Har eru 18 ymiskar ásetingar um, hvør uppgávan hjá flokslæraranum er. Flokslærarin skal samstarva við næmingin, foreldur, leiðsluna, lærarar floksins, førleikastovuna, Sernám, SSP, AKT, osfr.. Og uppgávurnar, ið flokslærarin hevur, eru foreldrafundir, næminga- og foreldrasamrøður, at skipa evnisarbeiði, verkætlan, seturskúla, netverksfundir, o.m.a. So flokslærarin hevur nógvar uppgávur og má samstarva við nógvar ymiskar starvsbólkar í skúlanum og uttanfyri.
Fyri at greiða henda stóra og týdningarmikla setningin eigur flokslærarin at hava hóskandi umstøðurnar. Ein stórur partur av umstøðunum til arbeiðið er, at flokslærarin hevur nóg mikið av tíð til at røkja uppgávuna. Flokslærarin fær 3 tímar fyri hvønn næming um árið til uppgávuna, og í 1. flokki fær flokslærarin ein tíma fyri hvønn næming afturat. Hetta er avmarkað tíð til stóra og týdningarmikla setningin. Ofta røkkur tíðin ikki til tørvin.
Fyri næmingin er týdningarmiklast, at hann trívist í skúlanum. Trivnaður er grundarlagið fyri menningini og læring. Flokslærarin er ein lyklapersónur í trivnaðinum hjá flokkinum og einstaka næminginum. Tí mæli eg til, at vit geva flokslæraranum bestu umstøður. Tað vil hjálpa næminginum at trívast, at læra og at mennast til lívið.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan