Tíðindi/Greinar
23.07.2020
Í løtuni er skipanin soleiðis, at flokslærari í 2. flokki til 10. flokk fær 3 tímar fyri hvønn næming í virksemisætlanina, og fyri 1. flokk er tað 4 tímar. Flokslærarauppgávan er lýst í kunngerð, so har sæst út í æsir, hvat uppgávan fevnir um. Í stuttum kann sigast, at flokslærarin er eitt slag av einum samskipara, sum tekur sær av øllum tí, sum hevur við flokkin at gera. Tað kann til dømis vera foreldrafundir, foreldraviðtalur og tiltøk annars. Harafturat hevur flokslærarin ein týðandi leiklut, tá ið tað snýr seg um trivnaðin í flokkinum, og tað er ein uppgáva, sum fyllir nógv.
Skulu næmingarnir fáa sum mest burtur úr skúlagongdini, er eyðsæð, at næmingarnir mugu trívast í skúlanum. Í tí arbeiðinum eigur flokslærarin sín stóra leiklut, tí tað er nakað, sum flokslærarar hvønn einasta skúladag hava í huga í sínum arbeiði. Viðhvørt gongur alt sum eftir ánni, men hinvegin eru tað eisini ofta støður, sum krevja nógva tíð og orku. Tá ið arbeitt verður við menniskjum, er eingin einfaldur svarlisti. Støðurnar mugu vendast bæði hendan vegin og handan vegin, áðrenn nøkur loysn ella batar hómast.
Sum árini eru liðin, er flokslærarauppgávan heldur ikki blivin minni. Heldur tvørturímóti. Í dag skal flokslærarin samskifta við nógvar ymiskar partar. Tað kann vera foreldur/avvarðandi, Sernám, Barnaverndartænsastu og so framvegis. Ofta skulu eisini nógv ymisk skjøl fyllast út, tá ið okkurt er á vási við onkrum næmingi. Hetta gera flokslærarar púra natúrliga, tí tað er ein partur av arbeiðnum. Hetta tekur tó tíð, og ofta kunnu slík mál verða drúgv.
Tí hevði verið ynskiligt, at flokslærarin fekk meira tíð til at røkja hetta arbeiðið. Tað hevði gagnað øllum pørtum. Flokslærarar vilja sjálvandi gera sítt arbeiði til lítar, og tá ið støður stinga seg upp í flokkinum, sum krevja tíð og neyva umhugsan, er tað heldur ikki soleiðis, at flokslærarin sleppir málinum, tí hann hevur brúkt allar sínar tímar. Hann ger sjálvandi sítt ítasta til at loysa støðuna á so skilagóðan hátt sum møguligt.
Flokslærarin er og verður ein hornasteinur í skúlanum, og ein íløga í flokslæraran sæst heilt avgjørt aftur í trivnaðinum hjá næmingunum. Eingin ivi er um tað.