Tíðindi/Greinar
30.07.2019
Ein tann mest týðandi leikluturin, ein lærari kann hava í fólkaskúlanum, er flokslæraraleikluturin. Flokslærarin er tann, ið stendur á odda fyri flokkinum, hann er samskiparin, hann er tann, ið hinir lærararnir venda sær til, um okkurt er, tann, ið leiðslan vendir sær til, tann, ið foreldrini venda sær til. Soleiðis kundi eg hildið fram. Hetta er ikki smávegis uppgáva, og ein uppgáva, ið lærarar taka í størsta álvara.
Sjálv havi eg verið flokslærari næstan øll árini, ið eg havi undirvíst. Tað er ein uppgáva, ið mær dámar væl, men eisini uppgáva, ið er krevjandi. Hon er meir krevjandi í dag, enn tá eg var liðug sum lærari fyri eftir hondini nógvum árum síðani. Eg veit ikki heilt, um fólk geva sær far um tað stóra arbeiðið, sum ein flokslærari ger. Eg veit, at foreldur eru glað fyri ein góðan flokslærara, men hvat er ein góður flokslærari, og hvørjar sømdir fær hann fyri at útinna henda týðandi partin av lærarayrkinum?
Hann fær ikki nóg mikið av tíð. Nei, tí tað, ið eg havi nevnt omanfyri, eru ikki allar uppgávurnar, ið hann hevur.
Eitt, ið tekur nógva tíð, er, um onkur næmingur hevur serligan tørv. Vanliga fara nógvir tímar til at fundast við ymsar stovnar, ið allir vilja tað væl, men hesir fundir geva sjáldan eitt munagott úrslit. Soleiðis kennist tað hjá flokslærarunum, tí hann er sum oftast tann, ið skal fóðra hini við upplýsingum og ikki øvut. Tá alt kemur til alt, so er tíðin avmarkað.
Flokslærarin í 1. flokki fær meiri tíð til sína uppgávu enn hinir, hetta er eisini sjálvsagt, tí tað krevur tíð at fáa eina væl skipaða skúlabyrjan. Tað, sum ikki hongur saman, er restin. Sum eg nevndi omanfyri, so er nógv broytt í uppgávuni hjá flokslæraranum; tí er stundin komin at hyggja at tíðini, ið flokslærarar fáa sum heild. Vit ynskja øll, at skúlatíðin hjá okkara børnum og ungu skal hepnast væl, og at tey eru í tryggum hondum. Tað eru tey eisini, eg freistist til at siga, tað eru tey, tí lærarin ger alt hann kann, fyri at hetta skal eydnast; hann ger alt uttan at telja tímar. Flokslæraraleikluturin kann ikki gerast upp í tímum, men tað er skipanin, ið vit hava, so fyri at alt skal ganga upp, má hann fáa ríkiligt at tímum, so hann ikki hevur kensluna av, at hann arbeiðir ókeypis.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan