Tíðindi/Greinar
17.07.2023
Alsamt fleiri og fleiri skúlar fáa næmingar, hvørs móðurmál ikki er føroyskt. Tað eru fleiri og fleiri næmingar, sum flyta til Føroya og verða skrivaðir inn í skúlarnar, uttan at duga eitt orð á føroyskum. Í summum førum hava tey einans móðurmálið, sum ikki er enskt, norðurlendskt ella líknandi, sum tey kunnu samskifta við. Hetta ger tað trupult hjá okkum, sum virka í fólkakskúlanum. Vit fáa illa hjálpt hesum næmingunum, tí vit hava einki felags mál. Gaman í klára vit øll at samskifta við fingramáli og við at peika. Støðan við fleirmælingunum ger tað avbjóðandi at undirvísa og at tryggja nøktandi undirvísing.
Tað er gleðiligt, at vit hava mentanarligt fjølbroytni í skúlunum. Tað er bara við til at styrkja okkara skúla, og vit læra nógv av hvørjum øðrum, men tá vit nú hava so nógvar næmingar, sum ganga í fólkaskúlanum, so mugu vit eisini hava umstøður at lofta næmingunum, so tey fáa eina góða undirvísing og kunnu kenna seg trygg á skúlunum.
Støðan sum hon er nú, er ikki greið. Hvør skúli ger eitt sindur, sum tey meta er best fyri hvønn einstakan næming. Allir skúlar eiga rós uppiborið fyri at taka sær so væl av hesum, men ynskiligt hevði verið, um vit høvdu eina skipan at fyrihildið okkum til, so øll vórðu loftað á sama hátt og fingu somu undirvísing.
Vit fáa tillutað tímar til hesar næmingar, men í veruleikanum strekkja hesir tímar ikki langt. Vit hava tørv á meir enn hesum.
Eitt, sum hevur verið tosað um, er, at næmingar, sum koma til Føroya, áttu at dugað nakað føroyskum, áðrenn tey vórðu innskrivað í ein flokk. Mær dámar væl hetta uppskotið. Eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu torført tað man vera at sita sum næmingur í einum flokshøli við 23 øðrum, har eg eri tann einasti, ið ikki veit, hvat tað er, ið fyrigongur.
Vit lærarar royna sum frægast at tillaga tilfar og annað, so øll kunnu vera við, men tað er vónleyskt at skula standa og týða alt, ið verður undirvíst. Betri hevði verið, um næmingurin luttók í lærugreinum so sum ítrótti, har rørsla er í fokus, og um næmingurin dugdi enskt, so kundi hann luttikið til hesa undirvísing. Hetta hevði gagnað næminginum, tí tá hevði hann ein sosialan felagsskap á skúlanum, og hann hevði eisini klárað at hugsavnað seg um lærugreinina. Eftir mínum tykki gevur tað als ikki meining, at næmingurin situr inni í flokshølinum til allar undirvísingartímar, tí hann fær lítið og einki burturúr. Heldur átti hann at verið styrktur í føroyska málinum í eitt styttri tíðarskeið, har tað bara var undirvíst í føroyskum. Tað hevði verið við til at hjálpt næminginum og gjørt tað møguligt at luttikið til aðrar undirvísingartímar.
Eg vóni, at vit kunnu fáa borið so í bandi, at vit finna ein leist, sum er við til at styrkja undirvísingina í føroyskum hjá hesum næmingunum, so teir fáa luttikið í øllum lærugreinum, tí mentanarliga og málsliga fjølbroytnið er ein fongur fyri skúla, floksfelagar og eisini okkum lærarar.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan