Tíðindi/Greinar
30.07.2018
Mentamálaráðið hevur lýst 2018 at vera málmenningarár. Tað er ein góður tanki, at Mentamálaráðið á hendan hátt varpar ljós á tað føroyska málið. Nú eiga vit at gera tað, vit kunnu at fáa árið at gagna okkara móðurmáli. Málmenningarárið er breiða yvirskriftin, undir hesi kann politiska skipanin, stovnar, fyritøkur og einstaklingar taka tøk, so at vit í felag menna, styrkja og verja føroyska málið, ið vit øll varða av.
Føroyska málið og útgávur á føroyskum eigur sítt stóra pláss í søguni og virkinum hjá Føroya Lærarafelag. Í viðtøkunum hjá felagnum er eitt endamál, at “geva út skúla- og barnabøkur og aðrar fakligar upplýsandi og mentanarligar bøkur og rit”. Longu í 1923 gav Føroya Lærarafelag fyrsta Skúlablaðið út, og í 1956 var Bókadeild Føroya Lærarafelags stovnað.
Bókadeildin gevur flestu bøkur út, ið koma út á føroyskum máli til børn og ung. Í 2017 stóð Bókadeildin fyri 92 útgávum, afturat hesum vóru 8 bøkur uppafturprentaðar. Í 2018 gevur Bókadeildin um 80 føroyskar bøkur út til børn og ung. Allar bøkur, ið Bókadeildin gevur út, eru valdar í tøttum samstarvi við bókmentaligu nevnd hjá Bókadeildini. Tey lesa og ger tilmæli um øll upprunaføroysk handrit og útlendskar bøkur at týða.
Eitt átak, ið hevði ment føroyska málið, er at fáa fleiri føroyskar bøkur. Í nýggjasta Skúlablaðnum er samrøða við Eyð Steinbjørnsdóttur, ið arbeiðir við MA-ritgerð á Føroyamálsdeildini. Hon vísir eisini á týdningin av hesum sama. Hon mælir til, at “Ensku hetjurnar hjá børnum eiga at verða týddar til føroyskt”. Bergljót av Skarði, ið er ein royndur undirvísari í føroyskum máli, segði eisini í útvarpssamrøðu við Jógvan Arge, at allar bøkur eiga at finnast á føroyskum. Bæði góðar og tær vánaligu, so at øll kunnu finna sín lesnað á føroyskum. Her mangla nakar bøkur, til vit eru á mál.
Fyri at føroysk børn skulu lesa á føroyskum, er gott, um øll sløg av bókum til børn og ung finnast á føroyskum. Men bókaútgávur krevja fígging. Tað sæst aftur, at Bókadeild Føroya Lærarafelags fær sína játtan á fíggjarlógini. Í 2018 hækkaði játtanin við 100.000 kr. upp í 265.000 kr. Tað gleðast vit um, og henda meirjáttan sæst aftur alt fyri eitt í fleiri bókum á føroyskum til børn og ung. Eg vóni, at samgongan finnur pláss fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags í fíggjarlógini fyri 2019. Tað er ein íløga, ið lønar seg, og hvør króna sæst aftur í eini bók. Hetta hevði klætt málmenningarárinum.
Eg ynski okkum øllum eitt gott málmenningarár. Tað eru vit, ið varða av okkara móðurmáli. Gera vit øll okkara, so náa vit langt. Vert er her at minnast til, at fleiri krónur ala fleiri bøkur.
“Skúlablaðið”, Royndarnummar í 1930: http://epaper.infomedia.dk/wz7/19300101?s=&p=