Tíðindi/Greinar
25.07.2017
19. juni kom teldupostur frá Námi í postkassan í FirstClass. “Vælkomin í Office365 skipanina hjá Námi”. Við hesum komu boðini um, at samstarvsskipan skúlaverksins flytur frá FirstClass til Offic365 tann 1. august.
FirstClass-skipanin er lívæðrin í samskiftinum í fólkaskúlanum. Har eru allar teldupostadressur í fólkaskúlanum, og lærarar og leiðslur samskifta dagliga í skipanini við starvsfelagar, foreldur, stovnar og ráð. Harafturat er goymsla av dátum og allar stevnurnar. Stevnurnar eru serliga týdningarmiklar og skipa samstarvið millum bólkar av starvsfólkum í fólkaskúlanum. Við FirstClass hvørva stevnurnar, og eftir sita nógvir ivandi lærarar, tí at kjarnin í samskiftinum hvørvur 1. august. Hvat skulu øll hesi so gera?
Í teldupostinum fekk eg vegleiðing um, at eg kundi elta slóðina, innrita.skulin.net, so kom eg til innritingarsíðuna í skipanini. Har kann eg so royna nýggju skipanina til 1. august, tá Office356 tekur við. Eg haldi, at skotbráðið til hetta skifti er sera stutt, og hetta verður framt, meðan flestu fólk eru í summarfrí. Hvønn kunnu lærarar og leiðslur venda sær til nú í feriutíð um Office365? Í eini stevnu í FC verður víst til KT-vørðin á skúlanum ella Office365 umsitaran á skúlanum. Men KT-vørðurin hevur ikki fingið tíð tillutaða til hetta arbeiði, og eg havi spurt og kenni ongan Office365-umsitara, ið eg kann venda mær til í juli mánaði. Um hendan avgerðin um 1. august stendur við, so verða tað nógvir lærarar og leiðslur, ið koma í dýrastu neyð. Sjálvt um tey hava undirvísingarfrí í summarfrítíðini hjá næmingunum, so eru tey til arbeiðis við at taka samanum seinasta skúlaár og fyrireika komandi skúlaár. Hetta arbeiði steðgar, um samskiftisamboðið hvørvur.
Loysnin við Office365 sum samskiftisskipan í mun til FirstClass hjá fólkaskúlanum hevur fleiri fyrimunir. Afturat tí koma so øll forritini, ið fylgja við Office-pakkanum, ið bæði lærarar og næmingar kunnu fáa á sínar teldur. Hetta vil avgjørt styrkja KT-økið í fólkaskúlanum. Eg havi eisini tosað við starvsfólkini á Námi, ið varða av Office365. Tey eru dugnalig og framsíggin. Men eg harmist um skundin at skifta skipan.
Eg føli meg als ikki sum lærara at verða kunnaðan yvirhøvur. Tað tykist sum nýggja skipanin verður skundað í verk, uttan at loysnir eru funnar ella mentar, hvussu hon kann avloysa t.d. stevnurnar í FirstClass skipanini.
Eg heiti á Nám at umhugsa 1. august sum skiftisdag. Kjakið á FirstClass stevnuni vísir ótryggleikan hjá nógvum bólkum í skúlanum. Nógvir spurningar eru ósvaraðir, og hvønn skulu lærarar og leiðslur venda sær til í juli mánaði? Uttan FirstClass í august mánaði fær skúlin illa arbeitt. Mín vón er, at Nám flytur tíðarásetingina fyri skiftið, til øll starvsfólkini eru aftur á skúlanum eftir summarfrítíðina, og tey eru betur kunnað um nýggju skipanina.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan