Tíðindi/Greinar

19.06.2023

Farvæl og takk

Tað er í hesum døgum, at vit øll líta aftur á tíðina, hvussu skjótt honum hevur gingið. Fyri flestu okkara siga vit farvæl við ungdómar, sum vit hava verið saman við í heili 9-10 ár. Tað kennist so stutt síðan, at tey komu í skúlan tannleys við eini tasku á bakinum, sum var helvtin av teirra hædd. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tað er í hesum døgum, at vit øll líta aftur á tíðina, hvussu skjótt honum hevur gingið. Fyri flestu okkara siga vit farvæl við ungdómar, sum vit hava verið saman við í heili 9-10 ár. Tað kennist so stutt síðan, at tey komu í skúlan tannleys við eini tasku á bakinum, sum var helvtin av teirra hædd. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Nú er aftur tíð at rudda floksstovur, at taka samanum og siga vit síggjast og farvæl við okkara kæru næmingar.

Vit siga, vit síggjast við øll tey, sum bara fara í summarferiu og sum vit gleða okkum at hitta aftur um nakrar vikur.

Meira sorgblítt er at siga farvæl við næmingarnar, sum nú fáa fólkaskúlaprógv.
Hetta er ein heilt serlig tíð. Tað er eingin ivi um, at næmingar fylla sera nógv í okkara gerandisdegi, arbeiði okkara snýr seg um at tryggja teimum eina góða skúlagongd við lærdómi og tryggleika.

Saman við næmingunum skapa vit eina rúgvu av upplivingum og minnum, sum tey taka við sær restina av lívinum og á ferð teirra, sum júst er byrjað. Minnini og lærdómurin fylgja eisini okkum.

Tað er í hesum døgum, at vit øll líta aftur á tíðina, hvussu skjótt honum hevur gingið. Fyri flestu okkara siga vit farvæl við ungdómar, sum vit hava verið saman við í heili 9-10 ár. Tað kennist so stutt síðan, at tey komu í skúlan tannleys við eini tasku á bakinum, sum var helvtin av teirra hædd.

Vit líta eisini aftur á tíðina og síggja stóru menningina, ið er farin fram. Fakligu menningina, sosialu menningina og sálarligu menningina, frá at tey hava verið óvitar, til nú tey takka fyri seg og eru vaksnir óvitar. Henda menningin er hend í tøttum, góðum samstavi millum okkum lærarar, foreldur og ikki minst næmingar.

Fyri næmingarnar í 9. og 10. flokki er seinasta tíðin í maimánaði og juni mánaði tíðin, har tey veruliga uppliva, at tey verða mett ella dømd. Próvtøkurnar og próvtølini hava nógv at siga fyri tey. Próvtøkur og próvtøl er eitt kjak, sum vit eiga at taka upp, tí vit eru eitt av Norðurlondunum, sum hava flestu royndir og próvtøkur gjøgnum skúlagongdinia hjá næmingunum. Hetta „stemplið“, tey fáa, fylgir teimum restina av lívinum.

Eg sjálvur fari at siga farvæl við ein 9. flokk. Fyrstu ferð sum flokslærari, so hetta er nakað serligt.

Eg havi brúkt nógva tíð saman við teimum og havi vegleitt og lært alt tað, eg kann, so tey hava fingið nógv við sær í viðføristaskuna, áðrenn ferðin byrjar.

Tað er farin sera nógv tíð til at práta um støðumet og próvtøl, tí eg haldi tað hevur sera stóran týdning at seta orð á hetta. Vit mugu hjálpa teimum at skilja, at próvtalið og støðumetini eru ein løtumynd av tí, tey megna júst ta løtuna, tey verða mett. Tað er spell, at tað ikki ber til at geva próvtøl fyri sjálvan næmingin. Soleiðis sum hann er sum unglingi, tí so høvdu øll fingið tað besta metið. Eingin dugir betur at vera tey enn tey sjálvi. Tað hevur eisini sera stóran týdning, at tey tora og sleppa at vera tey sjálvi.

Hvør einstakur næmingur hevur eitt serligt pláss hjá okkum lærarum. Allir eru teir sera ymiskir og hava allir ymiskar førleikar. Vit í skúlunum fáa tíverri ikki dyrkað allar førleikarnar, tí tað er ikki rúm fyri hesum í skúlaskipanini, tí er tað ikki fyrr enn nú, tey eru liðug í skúlanum, at tey veruliga sleppa at blóma. Tíbetur fáa tey eisini henda møguleikan.

Vit eru heppin í lærarayrkinum. Heppin á tann hátt, at vit arbeiða við menniskjum, arbeiða saman við menniskjum. Okkara gerandisdagur er ongantíð líkur. Vit fyrireika okkum væl, men vita ongantíð, hvørjum vit møta. Hetta ger arbeiði okkara sera fjølbroytt og spennandi.

Vit kunnu øll vera errin av, at tað eru vit, sum lata eitt komandi ættarlið í, so tey eru til reiðar til eina lívlanga ferð. Eina ferð, har tey, um nøkur ár, eru við til at gera av, hvussu okkara samfelag skal vera.

Jú meira tíð og orka verður løgd í at fylla viðføristaskua hjá næmingunum, jú tryggari hondum eru vit øll í í framtíðini.

Góðu starvsfelagar runt í landinum, takk fyri tykkara íkast og samstarv hetta skúlaárið.
Eg gleði meg longu at vita, hvat komandi á hevur at bjóða.

Góða summarfrítíð 😊


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni