Tíðindi/Greinar

03.09.2020

Fakligur trivnaður og íblástur

Enn eitt nýtt skúlaár hjá hvørjum einstøkum lærara er farið av bakkastokki og skal nú skipast í samráð og samskifti við leiðslurnar. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, skrivar

Tímatalvur, flokkar, flokstoymi, næmingar og alt tað vanliga, ið fylgir við einum nýggjum skúlaári, er nú greitt hjá øllum, og nú verður farið í holtur við at skipa alt í ætlanir, mál og mið.

Í hesum føri spælir leiðslan ein týðandi leiklut hjá lærarum. Vit eru tengd av hvørjum øðrum um gylta málið um ein dygdargóðan og heitan skúla skal gerast gjørligt. Vit ynskja øll eina leiðslu, sum er opin fyri hugskotum; sum lurtar; sum veitir okkum møguleikar at menna okkum – bæði fyri skúlan sum heild, men sanniliga eisini fyri okkum persónliga.

Júst her er hugaligt at hoyra frá lærarum, tá ið leiðslur eru sinnaðar at stuðla viðvíkjandi at sleppa á mongu áhugaverdu skeiðini og lærugreinadagarnar, sum Nám bjóðar út undan hvørjum skúlaári. Somuleiðis eru aðrir einstaklingar ella áhugabólkar, ið eisini bjóða lærarum á skeið í ymiskum evnum.

Tað var tann tíðin í farnu øld, tá ið lærarar fóru á ársskeið í útlondum. Tú hoyrir eldri lærarar greiða frá um hetta við glógvandi eygum og tú sært, at teimum leingist aftur til ta tíðina. Vit kunnu tó fegnast um, at vit eru oftani á skeiðum, læraradegi, átøkum, tiltøkum og harumframt fáa bjóðað møguleikar at taka ískoytisútbúgvingar sum partur av arbeiðstíðini.

Stuðlandi leiðsla

Tað hevur ein ómetaliga stóran týdning at hava eina leiðslu, ið er ein viðleikari, tá ið vit vilja menna okkum ella bara fáa íblástur til komandi virksemi. Tað nýtist ikki at vera talan um tær heilt stóru ætlanirnar, men eisini í tí smáa. So sum at hava fleiri tiltøk við næmingunum og at eitt nú fara á seturskúla.

Tískil minna vit í felagnum allatíðina lærarar og leiðslur á, at virksemið hjá hvørjum einstøkum lærara eigur at verða skipað í tøttum samstarvi – við einum práti – fyrst í skúlaárinum.

Ein góð kensla er, tá ið vit merkja, at ein skúlaleiðari leiðir ein skúla og síni starvsfólk – og ikki bert er eitt yvirhøvd og ein stjóri. Vit kunnu ikki altíð vera samd, men merkja vit hinvegin, at leiðslur veruliga meina alt gott og eru stuðlandi sum heild, so eiga vit eisini av og á at góðtaka ymiskt, sum ikki júst smakkar so væl eftir okkara tykki.

Nýta serfrøðina  

Nú fleiri lærugreinaráðgevar eru settir seinastu árini, er upplagt, at bæði skúlar og einstaki lærarin ger sær dælt av hesum møguleikum. Í hesum føri meti eg, at skúlaleiðslur áttu møguliga at gingið á odda og skipað fyri at fáa lærugreinaráðgevar út á skúlarnar og havt smærri skeið fyri ávísar lærarabólkar, um áhugi er fyri tí. Á hendan hátt verða ráðgevararnir ein meira natúrligur partur í skúlaverkinum, og fyrst tá fer tann einstaki lærarin helst at nýta hesa serfrøðina meira í komandi árum.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni