Tíðindi/Greinar
21.09.2020
17. september høvdu nevndirnar í Fakfelagssamstarvinum felags nevndardag. Tað kemur fyri, at vit, sum sita í nevndunum, fáa fyrispurningar um fakfelagsamstarvið, hvat endamálið við samstarvinum er, og um feløgini hava gagn av samstarvinum.
Felgas nevndardagurin var skiparður við uppleggum frá Benny Andersen, formanni í Socialpædagogernes Landsforbund, Majbrit Berlau, næstforkvinnu í FH, fagbevægelsen hovedorganisation, og Lars Qvistgaard, formanni í danska akademikarafelagnum.
Hjá okkum, sum sita í nevndunum, ið eru ein partur av Fakfelagssamstarvinum, hevur tað stóran áhuga at hoyra, hví feløgini í Danmark hava valt at fara saman í FH, og hví Akademikarafelagið hevur valt at vera uttanfyri. Spurningar sum, hvat gagn feløgini hava av at vera í FH, ella um nakrir vansar eru við at vera í einum slíkum felag og ymiskt annað. Serliga áhugavert er at fáa greiðu á, hvussu FH er skipað, og hvussu uppgávurnar eru býttar millum FH og limafeløgini. Tað er eisini áhugavert, at summi feløg hava valt at vera uttan fyri FH, eitt nú hevur okkurt felag, ið var limur í LO, valt ikki at flyta við í FH, men heldur at melda seg inn í Akademikarafelagið, tí tey meta, at samstarv millum allar bólkar ikki gagnar teimum.
Tað kann sýnast nakað høgtflúgvandi hjá okkum í Føroyum at hyggja til ein so stóran felagsskap sum FH, ið hevur 1,3 milliónir limir. Hóast tað, so eru fleiri at teirra avbjóðingum tær somu, sum vit hava her heima. Samstundis sum teirra arbeiði kann leggja slóð fyri arbeiðinum her heima. Majbrit Berlau legði serliga dent á tyngdina felagið hevur orsakað av tí stóra limaskaranum. Tað hevur størri ávirkan, tá fleiri standa saman um eitthvørt, ein kraftmikil rødd hoyrist betur enn fleiri smáar.
Tí er tað týdningarmikið við Fakfelagssamstarvinum, at vit samstarva um tey viðurskifti, ið eru eins hjá feløgunum, ella á teimum økjum, sum ávirkar limirnar hjá feløgunum. Hesi øki kunnu vera arbeiðsumhvørvi, pensjónsviðurskifti, longd á arbeiðsvikuni v.m. Mín áskoðan er, at sjálvandi hava vit gagn av at samstarva. Standa feløgini saman, er ongin ivi í, at tað verður lættari at bøta um tey viðurskiftir, ið kunnu betrast.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan