Tíðindi/Greinar

10.06.2016

Fakfelag ella áhugafelag?

Nær berjast vit fyri løn og arbeiðsumstøðum hjá lærarunum, og nær berjast vit fyri einum enn betri fólkaskúla? Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Aðalfundur Føroya Lærarafelags var hildin 16. apríl í ár. Fundurin gekk væl, rímiligt av orðaskifti var, men øll vóru samd um, at uppmøtingin var í lakara lagi. Sambært skrásetingini luttóku 80 lærarar á fundinum. Hetta er lægsta luttakaratal í nýggjari tíð. Luttakaratalið til aðalfundirnar hevur vanliga ligið oman fyri 100 og heilt upp til 342 luttakarar, sum var á aðalfundinum í apríl 2001, tá ikki minni enn trý formansvalevni vóru.

Á aðalfundinum í ár var einki formansval, og nevndarvalið varð av ongum, tí bara verandi nevndarlimir stillaðu upp og vóru sostatt afturvaldir uttan val. Eisini vóru tiltøk og tilburðir, sum gjørdu, at nakrir lærarar ikki fingu luttikið. Men hóast tað, so var luttøkan, góð 10% av virknu limunum, ikki nøktandi.

Tað er ofta ført fram, at aðalfundirnir er keðiligur, og at tað í mestan mun eru “gamlir” lærarar, sum møta á aðalfundinum. Til tað fyrra er at siga, at aðalfundarskráin er ásett í viðtøkum felagsins og er lík ásetingunum hjá øðrum feløgum. Men tað forðar ikki fyri orðaskifti um formansfrágreiðingina ella meira frítt undir punktinum ymiskt. Til tað seinna er at siga, at nevndin í 2012, við støði í skrásetingini, roknaði miðalaldurin á fundarluttakarunum tað árið at vera 52 ár. Tað man samsvara væl við miðalaldurin á lærarunum í fólkaskúlanum. Fasti tátturin á aðalfundinum at hava ein gestarøðara, umframt landsstýrisfólkið í mentamálum, royndist, eisini á hesum aðalfundinum, sera væl.

Men kanska samsvara væntanirnar hjá nógvum lærarum ikki við vanliga ella siðbundna innihaldið á aðalfundunum.
Dagliga arbeiðið hjá Føroya Lærarafelag er av fakfelagsligum og ítøkiligum slag og ikki í so stóran mun at stinga út í kortið, hvussu fólkaskúlin ella ein framtíðar fólkaskúli skal síggja út. Og helst er tað hetta seinna, eitt veruligt orðaskifti um fólkaskúlan, sum lærarar eftirlýsa á aðalfundinum. At hoyra um lønartrætur, tímatillutan, pensjónsviðurskifti og framløgur av roknskapum kann tykjast fjart frá dagligu avbjóðingunum í fólkaskúlanum.

Lærarafelagið hevur ein sera homogenan limaskara. Allir limir eru fólkaskúlalærarar av útbúgving, og yvirskipað er lærarastarvið rættiliga einsháttað. Markið millum tað fakfelagsliga og tað lærarafakliga er flótandi. Millum lærarar, og skúlafólk annars, er eingin ivi um, at trivnaðurin millum lærarar og nøgdsemi, um umstøðurnar eru til at gera eitt nøktandi arbeiði, er ein fortreyt fyri læringini og trivnaðinum hjá næmingunum. Av tí sama virkar Lærarafelagið í einum umráði millum fakfelag og áhugafelag. Nær berjast vit fyri løn og arbeiðsumstøðum hjá lærarunum, og nær berjast vit fyri einum enn betri fólkaskúla? Tað er ein kaldur veruleiki, at áhaldandi sparingarnar á fólkaskúlaøkinum, eins og í almenna geiranum annars, seta stóran dám á virkið hjá felagnum. Neyva tímatillutanin úr Mentamálaráðnum leggur eina køvandi hond yvir lærarayrkið, og uppáhaldið um, at skúlaleiðslur kunnu raðfesta eftir tørvi, er tóm orð. Tímajáttanin er longu frá byrjan ov tepur. Undir hesum umstøðum er trupult at flúgva høgt.

Styrkin hjá einum fakfelag er til eina og hvørja tíð undirtøkan frá limunum. Í nevnd og umsiting felagsins hava vit onga ábending um, at limirnir ikki taka undir við felagnum, og vit vita, at limirnir fylgja boðum frá nevndini. Somuleiðis eru at kalla allir lærarar limir í felagnum. Men uppmøtingin á aðalfundinum er ein ítøkilig staðfesting av undirtøkuni, og tað eiga vit, sum limir, eisini at hava í huga.   

Oddagrein í Skúlablaðnum, sum júst er komið.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni