Tíðindi/Greinar
17.06.2024
So hvørt stríðið leið, troyttaðust fólk og spurdu, nær hetta bleiv liðugt, og nær alt aftur varð sum vanligt. Tað er einki at siga til, tí støðan hjá nógvum var sera trupul og versnaði bara dag frá degi. Stórar avbjóðingar vóru, serliga við ruski, ansing og koyring til og frá arbeiði. Men eitt, sum gjørdi meg heldur bilsnan, var alt hetta prátið um mattrot.
Ja, ein fekk næstan ta fatan, at álvarsligt hóttafall var í væntu. Og lagnutíðarskeið í Føroya søgu komu fram fyri ein. Eitt nú, tá ið Havnin at kalla bleiv løgt í oyði av koppum í 1709 ella onkrir stórir vanlukkudagar á sjónum. Ella onkur serlig søgulig hending úr stóru verð, eitt nú tá ið stór hungursneyð var í Írlandi á sinni vegna eplaspillu, og stórur partur av fólkinum tí mátti rýma vestur um hav.
Prátið gekk listiliga um vørumangul, og fleiri vildu vera við, at lítið og einki var eftir í diskunum, og støðan gjørdist spentari fyri hvønn dag.
Men var støðan nú so ring, sum fleiri vildu vera við? Nei, als ikki. Ikki nær námind. Hví ikki baka sjálvi ella eta út boksini? Tí køkar standa fullir at Kenwood-miksarum ella “airfryarum”, so tað skuldi verið so líka til. Var eitt rend í Bónus ein av døgunum, áðrenn avblást var, og har var sum kunnugt ikki frukt og grønt, men afturímóti nokk at bæði rullupylsu, kjøtpylsu, rogni, sjokulátu frá Galle & Jessen, fiskapylsu og annað gott, so hvat var trupulleikin, kundi ein spurt. Tey fáa ikki júst tað, tey ynskja, segði onkur mamma. Spurdi so, hvat tað var. Hakkikjøt og skrúvur og stórt sæð einki annað, segði hon. Tá ein so spyr onkran, hví tey ikki eta úr boksini, er tað sum at rætta hundi brand. Tey hyggja upp á ein, sum var ein frá fjarari øld.
Ok, so skilji eg betur. Avbjóðingin er meira kræsni hjá børnunum, heldur enn mattrot. So er als eingin vandi á ferð. Eingin er deyður av kræsni. Tey, ið hava frystiboks ella frystiboksir, sum nógv enn hava, kunnu nýta høvi at fáa okkurt úr teimum, ið helst hevur ligið í longra lagi. Og køkslærarar kunnu møguliga læra næmingarnar at gera okkurt forkunnugt, og harvið vónandi fáa teir at eta okkurt annað, enn teir eta til dagligt. Nógvir skúlar hava eisini seinnu árini nýtt náttúruna nógv í undirvísingini. Ikki minst í samband við matframleiðslu av serliga fiski, neyta- og seyðakjøti, eplum og øðrum grønmeti. Og vil onkur so fegin hava hakkikjøt, er bara at seta seg í samband við onkran neytabónda.
Í hesum døgum verður eisini nógv tosað um, at Føroyar eiga at framleiða fleiri matvørur, ikki minst grønmeti. Men hvat við sjálvi at hava eplaveltu. Her er eisini upplagt, at fleiri skúlar gera meira við eitt nú at velta epli og annað grønmeti. Men hetta má, sum so nógv annað innan skúlagátt, samskipast og vera gjørligt og ikki ov møtimikið hjá lærarum. Men er vilji til staðar, átti tað sjálvsagt, at borið til.
Vónandi kann okkurt jaligt spyrjast burtur úr slíkari truplari støðu, sum arbeiðssteðgur er, hóast alt. Umframt lønarbatar sjálvandi.
Ynski pørtunum til lukku við nýggja sáttmálanum, og frøist sjálvandi um lønarbatan til verkafólk.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan