Tíðindi/Greinar

04.10.2022

Eru 26 næmingar besta loysnin?

“Við skúlaárs byrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum.” Soleiðis stendur skrivað í fólkaskúlalógini, men gerandisdagurin í skúlanum er, at 26 næmingar, og ikki 24, sum lógin ásetur, kunnu vera í hvørjum flokki. 27. næmingurin ger, at tað blívur til tveir flokkar. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tað hevði verið áhugavert at fingið at vitað, hví myndugleikin tvíheldur um, at 26 næmingar skulu kunna vera í einum flokki. At fingið innlit í, hvørjar grundgevingar og hvørjir didaktiskir tankar hendan skipan er grundað á.

Man tað vera tí, at hildið verður, at næmingarnir læra best við at vera 26 næmingar í somu skúlastovu? Einari skúlastovu, sum ofta er bæði lítil og gomul og harafturat hevur inniluft, sum ikki er betri enn næstbest. Hetta er í øllum førum veruleikin hjá nógvum skúlabørnum í dag. Summir skúlar eru nýggir, treyðugt so, men ikki allir skúlanæmingar í Føroyum eru so hepnir.

Ella man orsøkin vera, at myndugleikin heldur, at umstøðurnar hjá lærarum at undirvísa eru best, tá ið lærarin einsamallur skal undirvísa 26 næmingum? At fortreytirnar hjá læraranum at røkka einstaka næminginum eru best, tá ið hann hevur 26 næmingar at taka sær av í senn? 26 næmingar, sum allir eiga at vera hoyrdir og sæddir teir 45 minuttirnar, ein undirvísingartími er. Eru hetta bestu karmar hjá lærarum at skipa sína undirvísing sambært politiska myndugleikanum?

Og hvussu við trivnaðinum, sum er og hevur verið eitt lyklaorð hjá landsstýrismanninum í skúlamálum? Trivnaðinum hjá bæði lærarum og næmingum. Fær trivnaðurin bestu karmar, tá ið ein einsamallur lærari skal taka sær av 26 næmingum við ógvuliga ymiskum tørvum? Hevur trivnaðurin góð gróðrarlíkindi í einari slíkari skipan, ella kann tað kanska hugsast, at tað er øvugt? At tað kanska kann vera ringt hjá lærarum at røkka øllum 26 næmingunum, hvussu fegin hann enn vil og roynir? Og tá ið tað so av góðum grundum ikki altíð lukkast, tí umstøðurnar heilt einfalt gera tað ómøguligt, kann tað hava við sær, at lærarin situr eftir við einari ónøktandi kenslu, sum er ómetaliga tyngjandi og slítandi. Tað er í hvussu er ikki trivnaður.

Nei, at 26 næmingar í hvørjum flokki er so avgjørt ikki ein góð loysn. 26 næmingar eru í hvørjum flokki, tí tað snýr seg um eitt: pengar. Smærri flokkar kosta meira pengar, og enn eiga vit til góðar at uppliva ein politiskan vilja, sum er sinnaður at broyta hesa skipan. Jú, tað hevði kostað nakað av peningi at lækka floksstøddina, men tað hevði skjótt spart seg inn aftur. Lærararnir høvdu við hesi broyting fingið betri karmar til at undirvísa, og lærufortreytirnar hjá næmingunum høvdu verið munandi betri. Vónandi er onkur onkustaðni í politisku skipanini, sum gevur hesum gætur og vil bøta um støðuna.

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni