Tíðindi/Greinar

09.07.2024

Er tað nokk at hava ein søgutíma í 9. flokki?

Nei, tað er tað helst ikki, er skjótt at staðfesta. Av fleiri orsøkum. Kortini er støðan tann í dag, at 9.flokkur, sum møguliga skal til próvtøku í lærugreinini, kann hava ein søgutíma um vikuna í 9.flokki. Ein tíma um vikuna til at fara ígjøgnum pensum í 9.flokki. Søga er ein av fleiri lærugreinum, har hetta kann vera galdandi. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

Bæði hjá næmingi og lærara er hetta ein óheppin støða. Fyri tað fyrsta er ein tími um vikuna í sjálvum sær so lítið, sum tað kann vera, og harafturat er ofta so nógv annað, sum næmingarnir skulu til í skúlatíðini, sum merkir, at viðhvørt er eingin søgutími onkra viku. Her verður hugsað um kunningartiltøk av øllum handa slag, sum vilja sleppa inn í skúlan. Gaman í er gott, at næmingarnir viðhvørt sleppa til ymiskt annað, men kanska skuldu skúlar verið eitt vet trekari at lova øllum inn í skúlan. Ella sum tað minsta spurt lærararnar, áðrenn slíkar avtalur verða gjørdar, tí í summum førum órógvar tað undirvísingina.

Tað er heldur ikki rímiligt fyri næmingarnar, at teir í einari próvtøkulærugrein skulu verða skerdir í undirvísing, av tí at tímarnir eru so fáir. Fortreytirnar hjá hesum næmingum eru av góðum grundum ikki tær somu sum hjá næmingum, sum hava fingið dupult so nógva undirvísing í lærugreinini. Teir næmingar, sum hava færri tímar, hava ikki somu møguleikar at ogna sær vitan sum hinir næmingarnir.

Fyri læraran er ein slík støða heldur ikki nøktandi. Tilfarið, lærarin skal ígjøgnum saman við næmingunum, er í vavi tað sama, og tað sigur seg sjálvt, at tað er ein trupul uppgáva. Lærarin roynir sjálvandi at laga seg til umstøðurnar, men nøkur løtt uppgáva er tað ikki.

Hendan skipanin, har skúlarnir hvør í sínum lagi kunnu umskipa tíma- og lærugreinabýtið í flokkunum, bleiv sett í verk fyri nøkrum árum síðani. Hetta verður gjørt eftir ávísum leisti, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur gjørt. Sagt verður í kunningarskrivinum um hesa skipan, at skúlarnir kunnu umskipa tveir tímar í hvørjum flokki til menningarátøk, tó í mesta lagi ein tíma í hvørjari lærugrein. Tímarnir kunnu tó ikki takast frá somu lærugrein tvey fylgjandi skúlaár uttan í 1.-3. flokki.

Tá ið til stykkis kemur, snýr hetta seg tó um lærugreinar og lærugreinabýti. Síðstu árini hevur gongdin verið, at vit hava fingið fleiri tímar í summum lærugreinum og eisini onkrar nýggjar lærugreinir. Tað hevur ikki verið nakar samanhangur í tí, sum hevur verið gjørt. Í sama tíðarskeiði er einki tikið av tímatalvuni, og tí er støðan, sum hon er í dag. Tað er neyðugt at hyggja at lærugreinabýtinum sum eina heild og síðani gera av, hvørjar lærugreinir skulu vera,  og hvussu nógvir tímar skulu vera í hvørjari lærugrein.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni