Tíðindi/Greinar

14.11.2023

Er styttri skúladagur loysnin?

Um vit stytta skúladagin hjá næmingunum, spara vit tímar, ið kunnu brúkast til annaðhvørt at minka um næmingatalið í flokkunum ella at styrkja tvílæraraskipanina. Hetta er ein sparing, tí játtanin til fólkaskúlan er alt ov lítil. Heldur enn at økja játtanina, soleiðis at hon passar til tørvin, ynskir mann at passa tørvin til játtanina. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Tað var hugaligt at hoyra landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum nú læraradagar vóru í Norðurlandahúsinum. Tað, at landsstýrismaðurin setur orð á arbeiðið hjá lærarum og vísir á tað margfeldið, sum arbeiðið krevur, samstundis, sum hann vísir á ynskini, hann hevur fyri skúlan, gevur vón fyri einum betri skúla.

Landsstýrismaðurin tosar um fjølbroyttari skúladag við meiri handaligum arbeiði, færri næmingum í flokkunum samstundis, sum skúladagurin skal styttast.

Námsætlaninar hava bæði nógv og høg krøv. Sum er er tað trupult at náa hesum málum. Eitt av stóru arbeiðunum, um skúladagurin skal styttast, er at gera nýggjar námsætlanir, sum eru í samsvari við tíðina, lærarar og næmingar hava at náa hesum málum.

Næmingarnir verða ikki dugnaligari av, at vit lækka ella fækka málini. Tó kann hetta gera tað møguligt at náa fleiri málum, enn vit gera í dag. Tað er tørvur á fleiri hondum, skulu vit megna at vera um næmingarnar, í tann mun næmingarnir hava tørv á. Við at lækka undirvísingartímatalið verður pláss til fleiri tvílæraratímar. Hetta gevur okkum betri møguleikar at vera um børnini, samstundis sum hetta styttir um tíðina, næmingarnir hava til venjingar og djúphugsni.

Nógv av tí vit arbeiða við í skúlunum kann óivað skipast øðrvísi. Brotin tímatalva hevur víst seg at rigga væl hjá fleiri, ímeðan verkstovu- og verkætlanararbeiði hevur verið væl umtókt hjá øðrum. Vit hava nógvar málsligar tímar á tímatalvuni. Hetta hevur verið tosað um til tíðir, næmingarnir gera ov nógv av tí sama á ymiskum málum. Hetta er ikki mítt undirvísingarøki, men eg hugsi, at mállæra er ikki eins í eitt nú føroyskum og enskum, tí mugu næmingarnir hava mállæru í hesum fakum hvør sær. Hendan tíðin kann ikki sparast burtur, tí næmingarnir mugu kenna mállæruna, um teir skulu orða seg á fremmandamáli. Hvussu hetta skal náast, tá skúladagurin er styttur, og handaligu lærugreinarnar fylla meira, dugi eg illa at ímynda mær.

Næmingar, ið arbeiða við tí, teir hava áhuga fyri, samstundis sum teir hava lærarar hjá sær, sum hava tíð at hjálpa teimum, tá á stendur, kenna ikki skúladagin tungan ella langan. Tá teir hava tíð til djúphugsni og arbeiða við arbeiðshættum, sum teir í hvør sínum lagi halda vera áhugaverdar, er skúladagurin nærum ov stuttur. Tíðin flýgur, og fleiri teirra vísa tá, at teir ikki eru ordiliga klárir at fara heim enn, tí teir hava betri hug at koma meiri ávegis við arbeiðinum.

Tá vit tosa um at stytta skúladagin, tí hann er ov langur hjá næmingunum, er hetta ikki altíð so. Um vit stytta skúladagin hjá næmingunum, spara vit tímar, ið kunnu brúkast til annaðhvørt at minka um næmingatalið í flokkunum ella at styrkja tvílæraraskipanina. Hetta er ein sparing, tí játtanin til fólkaskúlan er alt ov lítil. Heldur enn at økja játtanina, soleiðis at hon passar til tørvin, ynskir mann at passa tørvin til játtanina.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni