Tíðindi/Greinar

09.11.2016

Er eitt skúla-teldu-samskifti eftir FirstClass?

Nú tíðin nærkast, at samskiftisforritið í skúlaverkinum verður burturbeint, sakni eg kjak um avloysaran. Jákup av Skarði, formaður í KT-varðafelagnum, skrivar

Hvat felags forrit fara næmingar og lærarar í fólkaskúla, miðnámsskúla og á Setrinum at nýta?

Hvussu eitur forritið, ið verður sett inn? Rúmar tað telduposti, egnan og felags álmanakka og at vit skipa stevnur til mong ymisk tiltøk?

Eg havi øll hesi árini verið sannførdur um, at “FirstClass” er “FyrstaFloks”. Vit hava seinastu árini nýtt FirstClass á ymsan hátt og til ta nýtslu, ið hóskar ymsu skúlunum. Men styrkin er, at vit eru á einum palli, har næmingar og undirvísarar eru navngivnir.

Ymsir pallar stinga seg upp, og ymsir fyrimunir eru. Eins og trupulleikar onkuntíð eru við FirstClass, eru eisin trupulleikar við øðrum forritum. Men vandin í øðrum forritum er fyrst og fremst, at ein anonymitetur flytur seg inn í skúlasamskiftið. Vit kunnu koma í ta støðu, at vit fara at ivast, um teldupostur okkara fer til rættan persón, og vit kunnu eisini fara at ivast, hvør sendir okkum teldupost.

Vitanet verður nú sett inn á ymsum skúlum. Tann parturin eg kenni, er at styrkin liggur í skráseting, um næmingur er møttur ella ikki. Afturat hesum er eisini greitt, hvat ætlað er at arbeiða við í ymsu tímunum. Men samskiftið síggi eg einki.

Office 365 er ofta nevnt, men heldur ikki her síggi eg samskiftismøguleikan. Google bjóðar eisini ymsar møguleikar. Men ynskja vit at skúladátur liggja hjá Office ella Google, heldur enn á NÁMi ella Elektron?

Sum formaður í KT-varðafelagnum hevði eg viljað, at kunningin til nevnd og limir okkara var betri. Vit hava ofta ynskt fund um átøk í skúlaverkinum, og vit hava javnt og samt sett fram ynski, at útbúgving og eftirútbúgving verður skipað kt-vørðunum.

Eg fari tí enn einaferð at loyva mær at seta fram ynski um fundarboð, at nevndin í KT-varðafelagnum kann verða við at umrøða kt í fólkaskúlanum.
- hvat samkiftisforrit er ætlað at nýta?
- er ætlanin at kt-vørðir eru við til at implementera hetta í fólkaskúlan?
- hvussu er ætlað at næmingar og lærarar varðveita dátu, ið liggja í FirstClass?

... og sjálvsagt er stórt ynski at kenna eina dagfesting, nær útbúgving og eftirútbúgving verður skipað – og hvat innihald fyriskiparar hugsa til komandi kt-varðaarbeiðið.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni