Tíðindi/Greinar
08.08.2024
Summarfrítíð er. Vit taka okkum nú av løttum. Vit hava koblað úr. Nú skal løðast upp aftur til eitt komandi skúlaár.
Árið hevur hildnast væl. Sum so eingi brot, sum komu óvæntað. Tað er gleðiligt. Tí vit lærarar hava tørv á tíð at røkja okkara arbeiði, og næmingarnir hava tørv á tíð at læra og fáa undirvísing.
Tað at summarfrítíðin nærkast, merkist væl á lærarastovuni, og tað merkist eisini væl í floksstovuni. Tað kennist sum næmingarnir kobla frá nakrar vikur, áðrenn tey fara í summarfrí.
Tó so hevur eitt fylt nógv aftur í ár á lærarastovuni. Hvussu fer lærarahópurin at síggja út, tá vit hittast aftur eftir summarfrítíðina? Hvør fær starv? Fast ella tíðaravmarkað?
Í ár hevði eg veruliga eina vón um, at vit fóru at fáa fleiri føst størv í skúlunum.
Tá Føroya Lærarafealg, 8. desembur 2023, skrivaðu undir semju við Fíggjarmálaráðið, bundu vit okkum til at koma fram til ein leist, sum skuldi tryggja okkum fleiri føst størv í skúlunum.
Men í dag má eg tíverri ásanna, at hetta ikki eydnaðist.
Tá lýsingar vórðu gjørdar upp hin 16. juni, sóu vit, at í alt varð søkt eftir 122 størvum til komandi skúlaár. 92 tíðaravmarkaði størv og einans 30 føst størv. 17 størv færri enn síðsta ár. Tað gleðiliga var, at tvey størv vóru løgst aftrat teimum tíðaravmarkaðu størvunum.
Vit kunnu, aftur í ár, seta tølini upp ímóti hvørjum øðrum. Vit síggja beinanvegin skeivleikan.
Hetta er ein skeivleiki, sum má rættast. Væl vitandi um, at tað altíð fara at vera tíðaravmarkað størv í skúlunum, men talið á føstu størvunum má vaksa. Vit mugu fáa tryggja okkum fleiri fastar setanir, tí henda gongdin ger, at skúlin stendur á ótryggari grund.
Ótrygga støðan hjá lærarum í tíðaravmarkaðum starvi er als ikki haldbar.
Støðan hevur ávirkan á persónligu viðurskiftini hjá læraranum. Støðan hevur ávirkan á lærarin sjálvan, og arbeiðið, hann skal útinna. Tað hevur ávirkan á næmingarnar, tí lærarin er ein av grundarsteinunum hjá næmingunum. Samstundis merkja vit lærarar eisini, hvussu spent støðan er, tá starvslýsingarnar koma út, og hesir lærarar sita í bíðistøðu.
Vit mugu gleðast um tey størvini, ið eru leys at søkja. Men sparingarnar í tímajáttanini til skúlarnar koma illa við, tí eftir situr onkur, sum ikki fær boðið fast starv, og eisini hava vit lærarar, sum mugu niður í hálva tíð, hóast ynski er at arbeiða fulla tíð, og aftur eru onnur, sum als ikki fáa boðið starv til komandi skúlaár.
Nú mugu vit fáa eina haldbara skipan, sum tryggjar grundarlagið undir skúlanum. Nevnliga, at vit fáa fleiri lærarar í fast starv. Hetta er ein sjálvfylgja fyri at framtíðartryggja skúlan.
Loysnin er blivin lovað so ofta, at nú eigur tað at bera á mál. Arbeitt má verða miðvíst beint sum skúlaárið byrjar, fram til starvslýsingarnar verða sendar út, við at fáa tryggjað fleiri føst størv.
Vit kunnu ikki byggja ein skúla á sparingar, sum føra við sær, at tað fer at ganga út yvir tey komandi ættarliðini.
Eingin hevur uppiborið at hava so óvissar arbeiðsumstøður, og hetta tænir heldur ongum.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan