Tíðindi/Greinar

01.11.2017

Endurskoðan nýtt mótaorð

Onkursvegna er tað blivið soleiðis, at tá vit meta, at næmingarnir ikki eru nóg væl fyri á onkrum økjum, so taka vit eina nýggja lærugrein inn í skúlan. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Vit eru í eini tíð, har endurskoðan er vorðið nýggja mótaorðið. Vit mugu endurskoða tøkniligu skúlaskipanina, landsroyndirnar, handaligu lærugreinarnar, skúlatímatalið í hádeildini, og soleiðis kunnu vit halda fram.

Skúlaskipanin skal helst eisini endurskoðast. Hetta ljóðar sum góð átøk, og sjálvandi er gott, at endurskoða tað, ið ikki er nøktandi. Tó loyvi eg mær at ivast í, um øll hendan endurskoðanin er annað, enn ein roynd at spara.  Ein roynd at fáa meira fyri minni, ella, í besta føri, at fáa meiri fyri tað sama.

Tað kann sýnast, sum lítið og onki við okkara skúlaskipan er í lagi, tá ið tær handaligu og bókligu lærugreinarnar mugu endurskoðast. Tá humanistisku og nátturuvísindaligu lærugreinarnar verða bólkaðar sum bókligar lærugreinar, og myndlist, handarbeiði, smíð og heimkunnleiki eru handaligar lærugreinar, ja, so eru bara ítróttur og tónleikur eftir.

Er tað veruliga so, at tað bert eru ítróttur og tónleikur, ið eru nøktandi? Hesar lærugreinar, sum á onkran hátt fylla so lítið á tímatalvuni?

Onkursvegna er tað blivið soleiðis, at tá vit meta, at næmingarnir ikki eru nóg væl fyri á onkrum økjum, so taka vit eina nýggja lærugrein inn í skúlan. Eftir fyrstu PISA-roynd vóru næmingarnir ikki nóg væl fyri í nátttúrulærugreinunum, so vit geva teimum náttúru og tøkni í 4. til 6. flokki. Í ár er tað so samfelagsviðurskifti, ið ikki er nóg væl umboðað í skúlanum, so nú hava næmingar í 7. flokki samfelagfrøði.

Samstundis sum tað verður tosað vítt og breitt um, at næmingarnir ikki fáa nóg góða frálæru og tíð til tær handaligu lærugreinarnar, so fylla vit fleiri bókligar lærugreinar inn í skúlan.

Er tað bara í mínum oyrum, at hetta skurrar? Tað sigur seg sjálvt, at handaligu lærugreinarnar ikki verða virdar eins nógv og tær bókligu. Ein drongur, ið ikki er so hugagóður til bøkurnar, men hevur evnini til at gerast ein framúr snikkari, verður í 6. flokki noyddur at hava 420 tímar í máli, samstundis, sum hann einans fær 30 tímar í smíð. Hvussu skal hesin sami drongur hava ta fatan, at tað, hann dugir best, og í summum førum framúr væl, hevur stórt samfelagssligt virði?

Sum skúlaskipanin er, skulu allir næmingar hava eins nógvar tímar í øllum lærugreinum. Kanska er tað eitt hugskot at hyggja at hesum. Møguliga hevði eitt øðrvísi tímabýti verið ein loysn.

Hvussu er og ikki, so mugu vit mynda okkara skúla, og ikki útlendskar kanningar og royndir. Vit mugu í Føroyum finna fram til, hvat vit ynskja av okkara skúla. Sjálvandi hevði tað verið eitt gott hugskot, at vit, sum starvast í skúlunum og eru um næmingar dagliga, eru við í arbeiðinum at endurskoða skúlaskapin í Føroyum. Tað eru hóast alt vit, saman við næmingum og foreldrum, sum skulu bera skúlan fram á leið.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni