Tíðindi/Greinar
04.07.2022
Tað ljóðar eftirhondini kanska sum ein skøvað pláta, at flokslærarin er týdningarmikil, men tað er ikki av ongum, tí hann hevur alstóran týdning. Leikluturin hjá flokslæraranum er so umráðandi, at hann er lýstur í kunngerð.
Í § 2 í kunngerðini er ásett, hvussu nógv flokslærarin skal hava flokkin, og har stendur m.a., at flokkurin skal so vítt gjørligt hava flokslæraran
1) í eini av høvuðslærugreinunum
2) í minsta lagi 6 tímar um vikuna og
3) í minsta lagi 4 dagar um vikuna.
Um vit so hyggja í § 3, so stendur har: Flokslærarin hevur ábyrgdina av at samskipa floksins arbeiði og taka hond um trivnaðin hjá einstaka næminginum.
Stk. 2. Flokslærarin er umboðsfólk floksins í samskiftinum og samstarvinum við leiðslu og lærarar.
Stk. 3. Flokslærarin skal í samráð við leiðsluna skipa samarbeiðið millum skúla og heim.
Stk. 4. Flokslærarin skal geva næmingum møguleika at skipa seg í næmingaráði.
Nógv annað er eisini at lesa í kunngerðini, men parturin omanfyri úr § 3 fyllir nógv í dagliga arbeiðinum hjá lærarum. At taka sær av trivnaðinum hjá einstaka næminginum er ikki nøkur løtt og einføld uppgáva. Eingin næmingur er líka, og hvør krevur sítt. Og at arbeiða við trivnaði hjá næmingunum verður ongantíð liðugt. Tað er ein støðug tilgongd, tí umstøður hjá næmingum broytast av og á, og tað kann eisini ávirka trivnaðin hjá teimum.
Spurningurin er so, hvussu kundi verið bøtt um støðuna hjá flokslærarunum. Í løtuni er skipanin tann, at flokslærari í 2. flokki til 10. flokk fær 3 tímar fyri hvønn næming í virksemisætlanina, og fyri 1. flokk er tað 4 tímar. Tað er nokk einki at ivast í, at tímarnir, sum verða settir av til flokslærarauppgávuna, verða væl og virðiliga brúktir. Tað er kortini ikki soleiðis, at flokslærarar sita og telja tímar og sleppa einum máli, tí teir hava brúkt allar tímarnar. Sjálvandi verður alt gjørt fyri at loysa støðuna so skilagott sum møguligt.
Kanska hevði ein bati verið at ment skipanina soleiðis, at tað á øllum floksstigum vórðu latnir 4 tímar, eins og tað nú er í 1.flokki. Tað hevði so verið ein byrjan og hevði púra vist komið væl við hjá øllum.
Annars eru allar íløgur í flokslæraran góðar íløgur. Talan er heldur ikki um nakra stóra íløgu, men kortini er hon til stórt gagn, bæði hjá lærarum og næmingum.
Kunngerðin um flokslæraran kann lesast her: https://logir.fo/Kunngerd/37-fra-26-03-2003-um-flokslaeraran
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan