Tíðindi/Greinar

18.07.2023

Ein tíma í søgu um vikuna í 9. flokki?

Tað krevur nógv av læraranum at undirvísa í lærugreinini undir slíkum umstøðum. Tíðin at koma ígjøgnum alt tilfarið er helvtina minni, og tað er eisini løgið at skula hava somu próvtøkukrøv í einari lærugrein, sum er skerd við einari helvt. Spurningurin er eisini, um hetta eru rímiligar treytir fyri næmingarnar. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Um tað er nokk við einum tíma um vikuna er ivasamt, men í løtuni er støðan í nógvum skúlum, at tað ber til í 9. flokki at hava ein tíma um vikuna í t.d. søgu.

Tað kemst av tí, at ein skipan bleiv sett í verk fyri nøkrum árum síðani, har skúlarnir hvør í sínum lagi kunnu umskipa tíma- og lærugreinabýtið í flokkunum. Hetta verður gjørt eftir ávísum leisti, sum Mentamálaráðið hevur gjørt. Sagt verður í kunningarskrivinum um hesa skipan, at skúlarnir kunnu umskipa tveir tímar í hvørjum flokki til menningarátøk, tó í mesta lagi ein tíma í hvørjari lærugrein. Tímarnir kunnu tó ikki takast frá somu lærugrein tvey fylgjandi skúlaár uttan í 1.-3. flokki.

Skipanin gevur skúlunum eitt ávíst rásarúm at skipa seg og at gera tað, sum hóskar best í teimum ymisku skúlunum. Ein tílík skipan er kortini ikki bara góð, tí tað hevur sínar avleiðingar at skerja eina lærugrein við t.d. einum tíma um vikuna.

Her hugsi eg serliga um hádeildina. Lærugreinarnar, har ein tími kann takast av um vikuna, eru danskt, enskt, søga/samtíð, lívfrøði og landalæra. Summar av hesum lærugreinum eru enntá bara tveir um vikuna, og tað er eyðsæð, at tað ávirkar lærugreinina, næmingarnar og lærararnar, um lærugreinin verður skorin við einari helvt.

Í 9. flokki kann vera, at próvtøka verður í lærugreinini, og tá verður ofta tilfar brúkt, sum hevur verið lisið í bæði 8. flokki og 9. flokki. Hevur ein flokkur so t.d. bara havt ein tíma í søgu um vikuna í 8. flokki ella 9. flokki, ávirkar tað nógv søguundirvísingina. Fortreytirnar fyri at fara upp til próvtøku í tí ávísu lærugreinini eru munandi broyttar ella kanska enntá verri.

Tað krevur eisini nógv av læraranum at undirvísa í lærugreinini undir slíkum umstøðum. Tíðin at koma ígjøgnum alt tilfarið er helvtina minni, og tað er eisini løgið at skula hava somu próvtøkukrøv í einari lærugrein, sum er skerd við einari helvt. Spurningurin er eisini, um hetta eru rímiligar treytir fyri næmingarnar. Allir næmingar hava við hesari skipanini ikki eins fyritreytir í nøkrum ávísum lærugreinum, og ivingarsamt er, um tað er rímiligt.

Sum við øllum skipanum so átti eisini hendan skipanin, har tað ber til at umskipa tíma- og lærugreinabýtið, at verið eftirmett. Hon hevur verið galdandi í nøkur ár nú, og óivað hevði verið skilagott at gjørt sær greitt, um hon skal halda fram í sama líki, um hon skal lagast til, ella um hon í síðsta lagi kanska skal takast av.      


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni