Tíðindi/Greinar
31.07.2024
Tað at trívast og kenna seg væl saman við floksfeløgunum er grundleggjandi fyri læringina hjá næmingunum. Eingin lærir í einum umhvørvi, har mann ikki trívist. Tað er júst tí, at vit lærarar arbeiða við trivnaði samstundis sum vit undirvísa.
Skúlaárið 2020/2021 fingu lærarar í Skúlanum á Argjahamri játtaðar tímar til eina royndarverkætlan, sum vardi í trý ár. Lærararnir, sum fingu tillutað tímar, vóru lærarar við ICDP-útbúgving og AKT-lærarar skúlans. Verkætlanin fekk heitið “Felagsskapurin og eg.”
Endamálið við verkætlanini var m.a. at kanna relatiónirnar ímillum næmingarnar í øllum flokkunum. Hetta varð kannað á tann hátt, at næmingarnir settu seg og floksfelagarnar í sirklar. Innasti sirkulin var næmingurin sjálvur, kann hugsast sum kjarnin. Næst innasti sirkulin var til tættastu relatiónirnar, hesin var grønur, miðjan var til relatiónirnar, sum vórðu hampiligar, hesin var gulur, og uttasti sirkulin var til teir næmingar, sum mann sjálvur ikki hevði relatiónir til, tann reyði sirkulin.
Við at gera hetta bar skjótt til at síggja, hvørjir næmingar høvdu tað avbjóðandi í skúladegnum, tá tað snúði seg um relatiónir. Tískil bar lættliga til at seta inn trivnaðartiltøk, so flokkurin skuldi blíva meira samanspældur og tískil rigga betur.
Skúlaárið 2023/2024 søkti skúlin aftur um eina royndarverkætlan. Hesaferð var lærarahópurin mannaður við AKT-lærarum, ICDP-lærarum og lærarum við útbúgving innan sálarheilsuráðgeving.
Endamálið var at arbeiða fyri at geva næmingum ein góðan, tryggan og læruríkan skúladag – ein grønari skúladag. Játtan varð latin til hesa verkætlanina. Henda verkætlanin er eitt framhald og byggir víðari á verkætlanina, felagsskapurin og eg, sum varð játtað skúlaárið 2020/2021.
Hesaferð var ætlanin serliga at hugsavna seg um teir “reyðu” næmingarnar í sirklinum. Altso teir, sum ikki hava tætt samband við nakran í flokkinum. Orsøkin er, at hesir eru serliga í vanda fyri mistrivnaði og fyri at fáa skúlaaftran.
Verkætlanin skal virka fyribyrgjandi, skilt soleiðis, at mann ynskir at fyribyrgja, at næmingar skulu aftra seg við at koma í skúla, og mann vil vera tey neyðugu fetini frammanfyri, so mann fær loftað teimum avbjóðingum, sum síggjast.
“Reyðu” næmingarnir trívast ikki væl í flokkinum. Tískil kemur fyri, at samskifti við floksfelagarnar verður neiligt og atburðurin somuleiðis neiligur. Av tí sama verða tey frávald, og alt verður til eina neiliga ringrás.
Arbeiðið er skipað við tí, ið varð gjørt í fyrru verkætlanini. Umframt tað, so fáa næmingarnir bjóðað einstakliga samrøður, so teir kunnu fáa vegleiðing í at vera saman við øðrum, møguleika at tosa um tað, ið teir stríðast við o.a. Alt hetta skal virka til, at skúladagurin verður grønari. Samstundis sum samrøðurnar eru, so eru tiltøk sett í verk í flokkinum, har fokus er á góða floksmentan, har tað er rúm fyri øllum.
Spennandi verður at fylgja við, hvussu hetta fer at rigga. Um reyðu næmingarnir verða grønari og fáa møguleika at fáa ein góðan, gevandi og læruríkan skúladag.
Eitt, sum er sikkur, er, at allir næmingar hava uppiborið at eydnast í skúlanum.