Tíðindi/Greinar
23.04.2024
Slíka viðmerking, ella okkurt líknandi, havi eg óteljandi ferðir fingið frá starvsfeløgum, síðani eg kom í nevndina. Og eg plagi at svara, at tað er í fínasta lagi. “Takk, møguliga næstu ferð,” plagi eg at skoyta uppí. Men alt er í einum løttum og jaligum tóna; hevði verið løgið annað.
Tí vit mugu ongantíð gloyma, hvat ein nevnd, ella fyri tann skuld, eitt felag er sett í verðina til at tæna. Tað er sjálvsagt øllum tess limum, sum trúliga mánað eftir mánað, ár eftir ár gjalda sítt limagjald. Og fyri tað hava øll hesi um ikki eitt beinleiðis krav, so eina vón og væntan um, at nevndin til eina og hvørja tíð arbeiðir fyri teirra áhugamálum. Eg kann so heilsa og siga, at tað roynir nevndin so altíð sum best. Hvussu tað so hevur hildnast, mugu onnur meta um.
Allir limir eru sjálvsagt líka nógv verdir. Um teir so hava verið 20, 5 ella ongantíð á aðalfundi. Hví so summi ikki koma á aðalfund, kunnu tað vera nógvar orsøkir til, og tað kemur í grundini ongum øðrum við. Ein limur, sum setur eplir niður, spælir hondbólt, egnir, fær gestir, arbeiðir í vikuskiftinum, er barnabundin, ella bara hyggur at Premier Leauge, ella ger okkurt heilt annað, er sjálvsagt líka góður limur sum nakar annar. Øll gjalda jú limagjald, sum er 1,25% av lønini + ½% í stuðulsgrunnin.
Men tá tað er sagt, ynskja vit í nevndini eyðvitað at síggja so nógvar limir á aðalfundinum sum gjørligt. Lat ongan iva vera um tað.
Aðalfundurin er jú, til eina og hvørja tíð, evsti myndugleiki felagsins, har størru avgerðirnar ofta verða tiknar og stungið verður út í kortið. Afturvendandi er eisini serliga nevndarval, ársfrágreiðing, gestarøða, veðurlagsvirðislønin, umframt at landstýrismaðurin sigur nøkur orð. Men aðalfundurin er so sanniliga eisini okkara festdagur, har vinir og kenningar, gamlir og nýggir starvsfelagar hittast til gaman og álvara. Og tá er tað sjálvsagt meira hugaligt og gevandi, tá ið einir 300 limir møta heldur enn einir 100.
Tað gleðiliga er, at tað sýnist sum at áhugin fyri aðalfundinum seinastu árini er spakuliga vaksin. Hann er so ikki minkaður. Sjálvsagt spælir tað inn, tá okkurt avgerandi mál er á skránni, ella møguliga fleiri bjóða seg fram á nevndarvalinum.
Limirnir hava eisini verið glaðir fyri árligu veitsluna, sum er um kvøldið eftir aðalfundin, og nevndin hevur tískil gjørt av at hava veitslu í samband við hvønn aðalfund.
Takk fyri ein góðan og siðiligan fund leygardagin, har vit m.a. fingu dagført og bøtt um okkara felags tryggingar. Einir 300 limir møttu á fundi. Tað frøast vit um í nevndini, og eg velji at taka tað sum eitt álit.
Og takk fyri góða og lívliga veitslu. Síggjast komandi ár.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan