Tíðindi/Greinar
20.05.2018
Leygardagin 26. mai kl. 8.00 eru vit klár við Badmintonhøllina í Gundadali.
Bussurin fer úr Gundadali kl. 8.10, og koyrt verður norður til Klaksvíkar.
Sam siglir av Klaksvík til Kalsoyar kl. 10.00. Ferðaseðilin hjá pensjonistum kostar kr.20,- . Vanligur ferðaseðil kostar kr. 40,-. Minnist til at hava samleikaprógv við.
Vit fara í land á Syðradali umleið kl. 10.20.
Haðani koyra vit til Mikladals, har vit kunnu síggja tað gitnu Kópakonuna. Eisini kunnu vit vitja onnur áhugaverd støð í Mikladali.
Síðan koyra vit til Trøllanes har lokalar kreftir koma at siga okkum frá bygdini og oynni.
Á vegnum aftur steðga vit á á Húsum, har vit hava bílagt eina máltíð frá Magna og Hannebeth Garðalíð á Húsum um 13 tíðina
Vit sigla av Syðradali til Klaksvíkar kl. 14.20
Í Klaksvík fara vit at vitja Christianskirkjuna – serliga er tað framsýningin av listarverkum hjá Edwardi Fugloy, sum hevur stóran áhuga.
Vit kunnu rokna við at koma til Havnar umleið kl. 17.
Vit rokna við, at onkrir luttakarar eru aðrastaðnis frá enn úr Havn. Vit kunnu taka fólk upp í á vegnum norðureftir, annars ber til at møta á ferguleguni í Klaksvík.
Luttakararnir sjálvir gjalda matin í samband við útferðina. Fólk verða ivaleyst svong út á dagin, so tað er eitt gott hugskot at hava ein matpakka við og okkurt drekkandi.
Luttakarar tekna seg hjá Páll: pall.poulsen48@gmail.com ella ringja til +298 288364
Heilsan
Nevndin í FLE