Tíðindi/Greinar
17.12.2018
Summarskeiðið NPT (Nordisk Pensionisttræf) fyri eftirløntar lærarar verður í Føroyum í 2019 við hesi skrá :
Mikudagin 5. juni:
Koma og innkvartering frá kl. 14.00 - seinnapartsdrekka
Døgurði og hugni um kvøldið.
Hósdagin 6. juni:
Kl. 08.00 Útferð í Kallsoynna, har greitt verður frá søguni um kópakonuna.
Miðmáli í Klaksvík, Klaksvíkar Kommuna er vertur. Vitjan í Christianskirkjuni, innan koyrt verður aftur til Havnar.
Døgurði og hugni um kvøldið.
Fríggjadagin 7. juni:
Kl. 09.30 Útferð til Nólsoyar við Ternuni. Fyrilestur í Royndarhúsinum. Túrur í bygdini við frásøgufólki. Miðmáli í Bygdarhúsinum, Tórshavnar Kommuna er vertur. Seinnapartin verður vitjað í Nólsoyar skúla. Farið verður aftur til Havnar kl. 16.45.
Fiskaborð og hugni um kvøldið.
Leygardagin 8. juni :
Kl. 13.30 Leygardagsborðhald (brunsj) á Smakka í Norðurlandahúsinum. Frásøgn um húsið og søguna.
Uml. 15.30 verður vitjað á Listaskálanum.
Kl. 18.30 Endaveitsla
Sunnudagin 9. juni:
Fráferð.
Vatn, kaffi og te er til allar máltíðir, men møguleiki verður at keypa annað, um einum lystir.
Til veitsludøgurðan verða drykkjuvørur til matin.
Kostnaður: (fyri gisting, morgunmat, miðmáltíð, døgurða, útferðir o.a.)
Dupultkamar 5.500 kr fyri hvønn.
Einakamar 6000 kr. (Har eru bert 25 einakømur)
Kostnaður fyri alt skeiðið uttan gisting og morgunmat 2870 kr.
Kostnaður hvønn dag sær uttan gisting og morgunmat :
Mikudagin 5. juni 490 kr.
Hósdagin 6. juni 740 kr.
Fríggjadagin 7. juni 540 kr.
Leygardagin 8. juni 1140 kr
Seinasta freist at tekna seg til skeiðið er 10. mars 2019.
Tit tekna tykkum við at senda e-post til elin@lararafelag.fo við navni, føðingardegi, adressu og telefonnr.
Uml. 15. mars senda vit boð til luttakararnar. (Føroyar eigur 10 pláss)
Í seinasta lagi 1. apríl skal skeiðsgjaldið flytast á kontu hjá FL:
6460 – 000.589.372.2
Gunnvør Joensen, virk. forkvinna : gunnvoraryggi@gmail.com
Elin Lamba, skrivari: elin@lararfelag.fo
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan