Tíðindi/Greinar

18.12.2023

Duga tey nakað ...?

Myndugleikarnir eiga miðvíst at fara til verka at eftirhyggja og nýhugsa millum annað námsætlanir, undirvísingaramboð, undirvísingarførleikar og undirvísingartilfar. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Sum kunnugt er einki so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Í kjalarvørrinum av øllum rembingunum eftir vánaliga PISA-úrslitið, kunnu vit nýta eitt kærkomið høvi at tosa um fakligtheit í skúlanum. Nakað so grundleggjandi sum at spyrja, hvat tilfar verður gjøgnumgingið í teimum ymisku fakunum og flokstrinunum? Og í øðrum lagi, klára vit ígjøgnum alt tilfarið? Um ikki, hvussu raðfesta vit so best fyri at koma ígjøgnum alt tað týdningarmesta?

At hava lesiætlanir er ikki nokk. Vit mugu hava eina skipaða og livandi undirvísingargongd frá 1. flokki til fráfaringarroynd fólkaskúlans eftir 9. flokk. Slíkt grundleggjandi prát í skúlunum, sum er fortreyt fyri góðum úrslitum, hevur tíverri ofta lítla rúmd og ov lága raðfesting í fólkaskúlanum. Tað druknar ofta í práti um skúlaaftran, mistrivnað, happing, evnisvikur, sosial tiltøk, manglandi hugburð og atburð, sálarkvøl, útlendsk børn, námsfrøðiligar-, toymis- og deildarfundir og alt møguligt annað. Her verður ov lítil tíð til fakprát. Allir faklærarar í teimum ymisku fakunum eiga javnan og skipað at møtast og kjakast um undirvísingin er góð og tann rætta, og um tillagingar eiga at gerast og hvussu. Hetta verður tíbetur gjørt í fleiri skúlum, veit eg, men helst ikki nóg nógv. Hetta er ikki minst alneyðugt, tí lærarar nú á døgum oftast bara undirvísa í eini deild, eitt nú miðdeild, og vita tí ikki nokk um, hvat fer fram í grund- og hádeild.

At PISA-úrslitið eisini er vánaligt í fleiri øðrum londum, kunnu vit ikki brúka til nakað. Her eri eg samdur við eitt nú Føroya Arbeiðsgevarafelag, tá tað m.a. sigur, at avvarðandi partar nú mugu kanna orsøkirnar, rætta kósina og nýta høvið til at gera munagóð átøk. Myndugleikarnir eiga miðvíst at fara til verka at eftirhyggja og nýhugsa millum annað námsætlanir, undirvísingaramboð, undirvísingarførleikar og undirvísingartilfar. Grundleggjandi stig mugu eisini takast, tá ið talan er um at fáa KT at gerast ein inngrógvin partur av undirvísingini. Førleikarnir á júst KT-økinum verða avgerandi fyri, hvussu komandi ættarlið fer at taka ímóti framtíðaravbjóðingum, sigur FA m.a.

Tað er rætt, men her skal eisini sigast, at myndugleikarnir javnan gera átøk til frama fyri skúlan, men kundi hetta helst altíð verið meira. Eitt nú er gott og sera rúgvismikið undirvísingartilfar í støddfrøði komið síðstu árini, sum jú er fokusøki í hesi kanning. Heilt frá 1. flokki til 9. flokk. Tilfarið er nýtt, serliga í teimum eldstu flokkunum, har tað nógvastaðni verður roynt fyri fyrstu ferð í ár. Stak gott tilfar, men sum eisini inniheldur nýggj evni, mannagongdir og undirvísingarhættir, sum allir lærarar helst ikki duga ella eru tryggir við. Dynamisk geometriforrit og excel-ark eru dømi um telduforrit, sum eru fastur partur av undirvísingini, og lærarin má tí duga hetta. Um ikki, má hann førleikamennast. Nám bjóðar eisini slík skeið út, umframt onnur førleikaskeið. Eisini skal slíkt nýtt tilfar eins og mýkjast ígjøgnum eini 1-2 ár, so at lærarin hevur fingið tað heilt inn undir húðina, so hann fær brúkt tað optimalt. Hetta átti at bøtt um støðuna í støddfrøði komandi árini.

Men stóri spurningurin er jú, hvørjar førleikar skulu okkara næmingar hava? Førleikar í fyrsta ella øðrum fremmandamáli? Ella kreativar/muskiskar førleikar? Tað spyr PISA so ikki um. Vit mugu ikki kenna okkum noydd at trýsta nýggjar førleikar ígjøgnum í skúlunum, um tað merkir, at verandi førleikar fána. Føroysk sjófólk og fakarbeiðarar í Noreg eru høgt í metum og eftirspurdir. Teirra málsligi førleiki er helst ein partur av orsøkini. Slíkar førleikar mugu vit hjúkla um, líka mikið hvat PISA heldur.

Annars er heldur trupult at gera nakrar neyvar niðurstøður út frá PISA, tí kanningin er grundað á uppgávur, vit ikki kenna. Ólíka lættari er at hyggja at próvtøkuúrslitum í fólkaskúlanum síðstu árini. Áhugaverd og sera sigandi grein stóð at lesa í Weekendavísini nú um dagarnar, har førleikin hjá donskum næmingum í júst støddfrøði var lýstur. Og her staðfesta tveir kendir granskarar bart út, at úrslitini her eru verri enn í PISA. Næmingarnir hava stórar trupulleikar við grundleggandi førleikum í eitt nú pluss, minus, falda og at býta. 47% av næmingunum dugdu ikki at trekkja talið 1 frá 0,7. 29%, dugdu ikki at trekkja 499 frá 801. At rokna brot er eisini trupult. 52% klára ikki hetta stykki: 1/8 + ___ = ¾. Og 29% kláraðu ikki at býta 4.509 við 9. Hetta eru ræðandi tøl, og eingin orsøk er at halda, at støðan er stórt frægari í Føroyum. So støðan er langt frá optimal. Og avbjóðingin er samsvarandi stór og eisini fløkt.

Men vit gevast ikki á hondum. Tíbetur hava veit eina rógvu av dugnaligum og garvaðum lærarakreftum í fólkaskúlanum, sum dag og dagliga gera eitt dygdargott arbeiði. Men karmarnir mugu sum kunnugt vera til staðar, fyri at arbeiðið skal bera ávøkst. Tí bíða vit eisini við spenningi eftir nýggju fólkaskúlalógini, sum vónandi kemur um ikki alt ov langa tíð. Minni tal av næmingum í hvørjum flokki, umframt betri tvílæraraskipan mugu vera millum átøkini har.

                

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni