Tíðindi/Greinar
06.06.2024
Níggju av barna- og ungdómsárunum, ið skulu vera okkara bestu ár, eru vit knýtt at fólkaskúlanum. Tí er fólkaskúlin so týdningarmikil. Aftrat tí eru vit eisini í tíggju, tjúgu ella enn fleiri ár knýtt at skúlanum sum foreldur. Tað ger skúlan so sentralan og ger, at tað, sum hendir í skúlanum, hevur so stóra ávirkan.
Fólkaskúlalógin ásetur undirvísingarskyldu fyri øll børn, og tí er tað neyðugt, at fólkaskúlin hevur hóskandi umstøður at røkka øllum næmingum, so at tey kunnu fáa eina góða skúlagongd. Skulu vit náa hesum, so má skúlin hava høga politiska raðfesting, og tað er neyðugt, tí fólkaskúlin røkkur inn í hvørt heim.
Fólkaskúlin hevur tíverri verið forsømdur í politisku skipanini. Námsætlanirnar eru langt síðan farnar um seinasta søludag, og lærararnir eru ikki hildnir við líka við eftir- og serútbúgving, sum er neyðug fyri, at lærarin kann vera um næmingarnar á fullgóðan hátt. Aftrat tí eru nýggjar og stórar uppgávur lagdar aftrat í skúlanum, nú fleiri næmingar mugu undirvísast í smærri bólkum ella í serflokkum, og talið av næmingum, ið hava annan uppruna enn føroyskan, er vaksið munandi. Sum steinur oman á byrðu skulu nýggju uppgávurnar enntá røkkast innan verandi játtan.
Fólkaskúlin treingir til dagføringar, og tí var tað gott, at eitt samt løgting samtykti at minka floksstøddina til 22 næmingar. Vit hava brúk fyri at síggja raðfestingar í løgtinginum, og teimum náa vit best við breiðum, politiskum semjum sum hesi.
Næmingarnir hava tørv á, at lærarin hevur betri stundir til hvønn teirra. Nú floksstøddin verður minni, og – sum landsstýrismaðurin eisini hevur meldað út – tvílæraraskipanin verður víðkað, kann lærarin fáa neyðugu tíðina at vera um næmingin. Sum er, røkkur tvílæraraskipanin bara til nakrar fáar tímar í 1. og 2. flokki, tá tað eru fleiri enn 17 næmingar í flokkinum. Tað er neyðugt, at tvílæraraskipanin verður útbygd, so at hon eisini røkkur eldru flokkunum, og at tað eru tveir lærarar í flokkinum størri part av skúladegnum, tá tað eru fleiri enn 10 næmingar.
Innihaldið í fólkaskúlanum eigur at verða dagført. Námsætlanin ásetur, hvat næmingurin eigur at læra, og út frá hesum málum verða næmingar, lærarar og skúlar vigaðir í støðuroyndum, landsroyndum og í fráfaringarroyndini. Námsætlanirnar eru ikki tíðarhóskandi, og tær áseta alt ov nógv einstøk faklig mál. Sum fylgja av hesum má lærarin renna eftir fakligum málum, ið ofta eru týdningarleys í stóru heildini, heldur enn at skipa ta góðu undirvísingina og ein góðan skúladag fyri næmingarnar.
Lærarar og næmingar í fólkaskúlanum skulu hava meira pláss til sjálv at velja og skapa ein góðan skúladag. Málstýringin í fólkaskúlanum ræður ov nógv við fakligum málum, støðuroyndum, landsroyndum og krøvum um, at næmingarnir skulu hava ávísar vallærugreinar í fólkaskúlanum fyri at fáa atgongd til miðnám. Lærarin hevur førleikar at skipa ein góðan skúladag, um hann hevur frælsi og umstøður til tað, og tá næmingarnir skulu velja, so eiga teir at hava pláss fyri at velja eftir áhuga, tað fer at geva teimum ein betri skúladag.
Samfelagið hevur tørv á einum dagførdum og góðum fólkaskúla. Skulu vit gera skúladagin betri, so mugu vit dagføra innihaldið í fólkaskúlanum, geva næminginum meira tíð saman við sínum lærara og gera íløgur í læraran. At lækka floksstøddina er eitt gott fyrsta fet á hesi leiðini. Vónandi er breiða politiska semjan at minka floksstøddina byrjanin í arbeiðinum móti einum betri skúladegi og einum betri fólkaskúla fyri okkum øll.
Oddagrein í Skúlablað nr 3, 2024, sum júst er komið.